Um nakar skuldi verið í iva, so er tað altso í kvøld at tað veruliga sker. Eitt sindur eftir kl 17:00 danska tíð, ella 16:00 føroyska tið. Pál móti Glæsner. Pál hevur sum kunnugt svomið føroysk met í 400, 800 og 1500 frí hesar seinastu dagarnar sum eru væl skjótari enn tey donsku, men Glæsner svimur nú sum senior skjótari. Teir møttust í 400, har Glæsner vann við 2 sekundum, men Pál er betri til hetta longri, eisini lutfalsliga í mun til juniormetini hjá Glæsner. Kann Pál minka um munin so mikið, at hann vinnur á Glæsner? Og hvussu langt koma teir niður í móti seniormetinum hjá Glæsner, á 7:59.43? Tað ræður um at fylgja við á www.livetiming.dk, tá kl 16.
Havi fingið nakrar viðmerkingar frá Jón sum sigur at tað nokk ikki verður so tætt allíkavæl. Hann væntar at Mads vinnur. Annars vóru tey seinkaði eina løtu tí at krúnprinsurin og Mary komu inn. Sita hjá Susvim og teimum 🙂
Tað verður beint nú at slagið skal standa.
http://www.livetiming.dk/live.php?cid=163
Viðmerking frá Jón: Pál royndi eina TYR drakt úr Fraklandi í 800m innleiðandi, honum dámar hana ikki, og ætlar at svimja ‘The Old Style Way’ í finaluni. Mads hevur tað flottu spildur flunkandi nýggju ‘Magnini’ draktina hjá Arena
Vit síggja ógvuliga skjótt um teir skulu svimja lið um lið, ella um annar dregur frá. Og lat okkum siga at Mads dregur frá beinan vegin, so er stóri spurningurin um hann hevur luft til teir fullu 800 metrar frí. Hann hevur jú stríðst við livrabruna í vár, og kanska ikki heilt tann sum hann kundi hugsað sær at verið.
Mads svam løgið, men vann tó at enda við einum tíggjunparti. Øv, Pál var frammanfyri á 750 🙂
Sigi at Mads svam løgið tí hann var heilt ófatiliga skjótur til 400 meturin. 3:48.39 er nýtt danskt met, so tað var nokk tað sum hann fyrst og fremst fór eftir. Dragnaði so nógv, og Pál yvirhálaði, men Mads fekk so klórað sigurin í land við nýggjum donskum meti eisini í 800 frí á 7:58.86. Og Páll í nyggjum føroyskum meti á 7:58.97, éin tíggjundapart aftanfyri danska metið, og við alla framtíðina framman fyri sær 😀
Sí úrslitið her: http://www.livetiming.dk/results.php?cid=163&session=12&round=F&event=41
Ífylgi Sigma NS var tíðin hjá Mads á 800 m nýtt norðurlendskt met.
Tað er ikki á OL programminum, og hevur tí ikki so stóran týdning fyri hann. Heldur seg kunna svimja teinin væl skjótari, um hann fokuseraði uppá hann. Men well well, Pál møtti jú eisini upp í 1500 frí sum er OL grein, og har var eingin Glæsner 🙂
Haldi eisini eg líka skal pensla út, at um 800 metra tíðin hjá Glæsner er norðurlendskt met, so er tíðin hjá Pál tann næstbesta nakrantíð svomin av norðurlendingi. Íroknað sviar. Hóast hann er í tungari venjing og (sum Heri nevndi herfyri) fyrst nú fer at venja á langbana.
http://www.dagbladetonline.dk/apps/pbcs.dll/article?AID=/20080707/SPORT_FAA/788655047/1000/SPORT
Men annars, so má eg sum venjari siga, at eg var ógvuliga imponeraður av hvussu Glæsner kundi koma aftur teir síðstu 50. “Back from the dead”.
Ja fyri okkum sum hava striðst og strevast í hyljum í áravís, við 1/10 partar og 1/100 partar, bara at koma í finalu til DM var ein stór hending.
Nú fara 4 suðringar niður og koma mestsum øll í fleiri finalur, Pál vinnur 1500 frí, og setur met, sum eru betri enn tey donsku.
Elspa vinnur tvey senior DM í flottum tíðum.
Ja føroyskir svimjarar eru á veruliga á sera, sera høgum støði.
Vildi fegin at Kári J. á Høvdanum eisini var við, hann hevði uttan yva eisini víst heilt góð úrslit.
Eg vóni at okkara fjølmiðlar virða hesum, komandi dagarnar. Saman við øðrum einstaklingum í t.d. rógving og frælsum ítrótti, vísi hesi ítróttarfólk vegin – flest onnur kundi lært nógv av teimum, og vita valla hvat tey tosa um, tá tey tosa um harða venjing !
Men aftur til Pál…..
1500 frí 15.20.13
Yvur 7 sek til tann næsta europeiska juniorin…
Hetta hevði rokkið til eitt finanu pláss, sum nr. 6, í U.S. Olympic trials, sum er ein sera hørð kapping um OL-úttøku í U.S.A – heimsins størstu svimjitjóð…
800 frí 7.58.97
Átta ferðir 100 m, undir minuttið hvørja ferð, á langbana, uttan pausu, svimjikøn – hvat siga tit ?
936 FINA stig – heimsmet er umleið 1000, í flestu greinum, flestu kappingar í FØ verða vunnar við uml. 600-700 stig.
Eisini eini 7-8 sek til tann næsta i europa..
Føroyskt met fyri lið (sum fáa fýra startir) er 8.44 á langbana og 8.01 á stuttbana, tú kundi umboða FØ einsamallur í 4 x 200 frí…
Hann hevur, saman við felagnum, og serliga við venjaranum, Jón Bjarnason, set Suðuroynna, á svimji-heimskortið, við 7-tumma seymið.
Og hann byrjar fyrst nú at venja á langbana, í Ålborg, restina av tíðini fram til Europeisku meistarakappingina, sum verður í Beograd, Serbia, á Ólavsøku. Sjónvarp, útvarp, Dimman, Sosialurin… fái nú bestilt billetirnar.
Naesti madur í Evropa, ein russi, svimur 8:07, so tad verdur bara spennandi í Serbia 🙂
http://www.swimrankings.net/index.php?page=rankingDetail&clubId=1&gender=1&season=2008&course=LCM&stroke=0&agegroup=17_18
Teir donsku fjølmiðlarnir skriva fyrst og fremst um danskar svimjarar, men í 800 m finaluni kundi tey ikki koma uttanum Pál Joensen.
Úr Politiken:
“…Efter en kort puster fik Mads Glæsner atter gang i svømningen fandt efterhånden fandt tilbage i en ny rytme. Ved 750 meter var han blevet overhalet af færingen Pál Joensen, men med en slutspurt kom Mads Glæsner både 11 hundrededele sekund foran færingen og et halvt sekund under sin egen danske rekord med vindertiden på 7.58,86 min.”