Seint í gjárkvøldið komu boðini um at 4×200 frí kvinnustafettin hjá dønum slapp at luttaka á OL, og danska svimjisambandið hevur tí úttikið Micha Østergaard og Louise Jansen afturat, til at styrkja um stafettina. Danska svimjisambandið skrivar víðari, at Micha Østergaard hevði verið úttikin undir øllum umstøðum, vegna ógvuliga góð úrslit á svimjistevnu í Canet í Fraklandi… eisini hóast hesi úrslit vórðu fingin eftir at freistin var farin. Continue reading Danska OL landsliðið úttikið
2. dagur byrjaður
Tey eru komin forbí 800 frí og svimja nú 50 firvald, og um eina løtu eru tað so Mona sum skal svimja 100 rygg og Shaila sum skal svimja 100 frí. Elspa svimur eisini 100 rygg, við bestu tilmeldingartíð av øllum. Sí LiveTiming.dk
Nýggj heimsmet í 100 rygg hjá monnum og kvinnum
Natalie Coughlin hevur betrað enn meira um sítt heimsmet í 100 rygg á langbana, tá ið hon nú í nátt gjørdist fyrsta kvinna undir 59 sekund í greinini, á amerikansku úttøkustevnuni til OL. Nýggja heimsmetið er 58.97, har hon í gjár svam 59.03. Og Aaron Piersol setti eisini heimsmet í nátt, tá ið hann við 52.89 betraði um sítt egna heimsmet ið var 52.98. Lesið her og her á SwimInfo.
Myndir frá fyrsta degi av DM 2008
Jón Bjarnason hevur lovað mær at leggja hesar myndirnar á síðuna, frá fyrsta degi av DM 2008. Vinarliga biðið um loyvi beinleiðis frá honum, um tit ætla at nýta tær aðra staðni eisini.
2 føroysk met í finalunum í kvøld
Tey bæði Malan og Pál hava hvør í sínum lagi betrað um somu met sum tey settu so væl og virðiliga í morgun. Malan við at fara frá 36.90 til 35.79 og síðani 35.34 í 50 bringu, og Pál við at fara frá 4:06.37 yvir 3:57.17 til 3:54.50 í 400 frí. Shaila svam eisini heilt uppat sínum meti frá í morgun í 50 bringu, tá ið hon í kvøld svam 29.83 har metið í morgun var 29.80.
Serliga stórt er tað altso at metið hjá Pál er yvir 1½ sekund skjótari enn danska juniormetið, ið sjálvur Jacob Carstensen eigur. Legg saman at Pál er juniorur enn, og at Jacob seinni varð heimsmeistari í hesu grein, um enn á stuttbana heldur enn á langbana (Ikki at tað er nakað problém fyri Pál, tí hann svimur (enn) betri í stuttum hyli enn í langum). Metið merkir eisini at Pál nú sníkir seg upp á eitt trygt annaðpláss í greinini á evropeiska styrkislistanum fyri juniorar í ár. Hann er sum kunnugt nr 1 í 800 og 1500 frí í stuttum hyli, men nú ger hann seg so galdandi eisini á langbana.
Nú havi eg onga mynd frá kappingini í Danmark hesuferð, men ‘ómiddelbart’ kemur hendan mær til hugs, av teimum báðum Pál og Maluni, sum tað vónandi er í lagi at eg láni av heimasíðuni hjá Susvim eina løtu 🙂
So byrja finalurnar
Skráin er fyrst 200 blandað harrar, og síðani Elspa í 200 frí og Pál í 400 frí. Og Shaila og Malan svimja so aftur seinni í hálvfinalunum í 50 firvald og bringu. Tað ræður tí um at fylgja við á livetiming nú, næsta tíman.
3 føroysk met í morgun
Pál Joensen sett sum nevnt nýtt føroyskt met í 400 frí á Danish Open í morgun við tíðini 3:57.17, sum er betring av hansara egna meti frá EJM í fjør við meira enn 9 sekundum. Malan Vitalis Bærendsen betraði um sítt egna met í 50 bringu frá 36.90 (Reykjavík International 2008) til 35.79. Og Shaila millum Garðarnar betraði somuleiðis ógvusliga um sítt met í 50 firvald frá 30.65 (Reykjavík International 2008) til 29.80… og er harvið fyrsta føroyska kvinna undir 30 sekund í 50 firvald á langbana. Continue reading 3 føroysk met í morgun
So er DM í gongd
Tit kunnu fylgja við á LiveTiming.dk. Elspa svam klárt bestu tíð í 200 frí í morgun við 2:06.56, har næstbesta hevði 2:07.31, og skal so svimja finalu í greinini í kvøld. Beint nú svimja mennirnir innleiðandi 400 frí, har m.a. Pál Joensen skal svimja í riðli 4.
2 heimsmet í 100 rygg hjá kvinnum
Hayley McGregory setti fyrst 100 metra rygg heimsmet við 59.15 í innleiðandi riðlunum á amerikansku úttøkustevnuni, og síðani tók Natalie Coughlin tað aftur við 59.03 í næsta riðli. Gamla metið hjá Coughlin var 59.21. Lesið her á SwimInfo.
Her tosar SwimNetwork við Coughlin beint aftaná heimsmetið:
Elspa við til OL í Beijing?
Hesi tíðindi eru at lesa á www.svoem.dk í dag:
Spændingen omkring størrelsen på det danske OL-hold i svømning udløses også under DM. Inden mesterskaberne begynder i morgen, tirsdag, består holdet af syv svømmere. Det kan imidlertid nå op på i alt 11 svømmere. Fristen for at svømme tider hjem, der kan kvalificere holdkapper til OL udløber i dag, mandag, den 30. juni. FINA offentliggør den 1. eller 2. juli hvilke hold, der modtager de eftertragtede pladser. To danske holdkapper er i spil her. Damerne er rimeligt sikre på at opnå en plads i 4 x 200 m fri. De ligger nummer 15 på den specielle OL-rangliste. Herrerne derimod ligger på en 17. plads i 4 x 200 m fri. Der udtages kun 16 hold.
Altsoe… um danir skulu brúka eina kvinnustafett í 4 x 200 frí, og Elspa Mørkøre hevur bestu tilmeldingartíð í 200 frí …
MEEN… Hon er ‘bara’ nr 16 á danska ranglistanum fyri árið í ár.
Livst so spyrst Continue reading Elspa við til OL í Beijing?