Gull til Bartal Eidesgaard í 200 frí á RIG 2022, og nógv silvur og bronsa til føroyingar eisini

Bartal E. Eidesgaard svam seg fyri løtu síðani til gull í 200 metra frísvimjing á Reykjavík International 2022, við nýggjum persónligum meti á 1:59.17, har hansara besta tíð til nú var 1:59.50 fr´a hesi somu stevnu í januar 2020. Og føroyskir svimjarar svumu seg til fleiri silvur- og bronsuheiðursmerki eisini, nú síðstu finalur vórðu avgreiddar á hesi stevnu.

Image courtesy of Ed OgleCC BY 2.0
Continue reading Gull til Bartal Eidesgaard í 200 frí á RIG 2022, og nógv silvur og bronsa til føroyingar eisini

Føroyingar í RIG-finalur eisini seinnapartin í dag

Tey eru nú liðug við allar innleiðandi riðlar á Reykjavík International 2022, og eru tí bara finalur eftir til síðsta stevnupartin sum byrjar kl 16:45 í dag, íslendska og føroyska tíð.

Image courtesy of Ed OgleCC BY 2.0
Continue reading Føroyingar í RIG-finalur eisini seinnapartin í dag

Bjarta og Fróði heiðursmerki á RIG 2022

Vit skuldu líka hava tað váttað úr Íslandi – Men tey bæði Bjarta í Lágabø og Fróði Hansen vunnu eisini heiðursmerki í gjár, í kappingini fyri yngri aldursbólkar. Bjarta vann silvur í 50 rygg og bronsu í 50 frí, meðan F´róði vann silvur í 50 bringu. Bjarta svimur fyri Suðuroyar Svimjfelag og Fróði fyri Fuglafjarðar Svimjifelag.

Bjarta í Lágabø á RIG 2022. Diana Müller eigur myndina
Fróði Hansen á RIG 2022. Astrid Joensen eigur myndina

Vár silvur á RIG 2022, nógvir føroyingar víðari til finalur

Reykjavík International 2022 byrjaði nú seinnapartin við innleiðandi riðlum umframt einstøkum finalum, har Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag vann silvur í 800 metra frísvimjing, og nógvir føroyskir svimjarar svumu seg víðari til finalur.

Image courtesy of Ed OgleCC BY 2.0
Continue reading Vár silvur á RIG 2022, nógvir føroyingar víðari til finalur

HM 2022 allarhelst útsett til 2023, og HM 2023 til 2024

Altjóða svimjisambandið FINA hevur ikki enn kunngjørt hetta – men álítandi keldur vilja vera við, at HeimsMeistarastevnan sum skuldi verða í Fukuoka í Japan nú í mai 2022, er útsett til sama stað allarhelst í juli 2023, vegna korona.

Og tá í HM 2022 so liggur í 2023, verður næstkomandi HM sum skuldi verða í Doha í Katar á heysti í 2023, allarhelst útsett til í januar 2024.

HM í Fukuoka skuldi upprunaliga vera á vári í 2021.

Image courtesy of ioa8320, Pixabay License Free for commercial use, No attribution required