Sundsamband Íslands skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnuni á Reykjavík International Games 2022, har eisini svimjarar úr trimum føroyskum svimjifeløgum luttaka.
Tilsamans eru tey 35 tilmeldaðir svimjarar úr Fuglafjarðar, Havnar og Suðuroyar Svimjifelag – 6 úr FS, 18 úr HS og 11 úr SuSvim. Ægir ætlaði sær eisini til hesa stevnu, men hevur sum skilst meldað frá aftur.
Startlistin sæst her, har vit í heilum síggja føroyskar svimjarar uppi í millum teimum bestu.
Til dømis hevur Vár E. Eidesgaard bestu tilmeldingatíð í 800 frí, Elisabeth Erlendsdóttir næstbestu tilmeldingartíð í 100 og 200 frí, og Bartal E. Eidesgaard næstbestu í 50 frí.
Svimjistevnan byrjar fríggjadag seinnapart við innleiðandi riðlum og ávísum beinleiðis finalum frá kl 16:30, og heldur so áfram við stevnupørtum fyrrapart og seinnapart, til og við sunnudag seinnapart.
Íslendingar ætla at stroyma frá stevnuni, her á YouTube