Bartal Eidesgaard gull í 100 frí á RIG 2022

Fyrsti veruligi finalupartur var nú seinnapartin á svimjistevnuni á Reykjavík International Games 2022, har føroyskir svimjarar aftur gjørdu vart við seg.

Image courtesy of Ed OgleCC BY 2.0
  • í 50 rygg fyri menn vann Bartal Debess (2002, SuSvim) bronsu í A-finaluni, meðan Teitur Winther (2005, SuSvim varð nr 2 í B-finaluni
  • í 50 bringu fyri kvinnur varð Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS) nr 2 í B-finaluni
  • í 50 firvald fyri menn vann Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) bronsu í A-finaluni, har Hans Jacob Hjelm (2003, SuSvim) varð nr 6, eisini í A-finaluni
  • í 50 frí fyri kvinnur varð Alisa Vestergård (2003, SuSvim) nr 5 í A-finaluni, meðan Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) varð nr 8, eisini í A-finaluni
  • í 200 blandað fyri kvinnur vann Eyðrið Mortensen (2003, HS) silvur í finaluni
  • í 100 rygg fyri kvinnur vann Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) silvur í A-finaluni, meðan Elin Christiansen (2004, SuSvim) og Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) vórðu ávíkavist 5 og 7 í B-finaluni
  • í 100 bringu fyri menn varð Rúni Dahl (2004, SuSvim) nr 7 í A-finaluni, meðan Fróði Hansen (2008, FS) varð nr 5 í B-finaluni
  • í 100 firvald fyri kvinnur varð Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) nr 5 í A-finaluni
  • í 100 frí fyri menn vann Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) gull í A-finaluni, meðan Bartal Debess (2002, SuSvim) varð nr 1 í B-finaluni
  • í 200 frí fyri kvinnur vann Vár E. Eidesgaard (2001, HS) bronsu í finaluni, meðan Eyðrið Mortensen (2003, HS) og Alisa Vestergård (2003, SuSvim) vórðu ávikavíst nr 5 og 7

Úrslitalistarnir finnast her á swimrankings.net

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.