Bartal E. Eidesgaard svam seg fyri løtu síðani til gull í 200 metra frísvimjing á Reykjavík International 2022, við nýggjum persónligum meti á 1:59.17, har hansara besta tíð til nú var 1:59.50 fr´a hesi somu stevnu í januar 2020. Og føroyskir svimjarar svumu seg til fleiri silvur- og bronsuheiðursmerki eisini, nú síðstu finalur vórðu avgreiddar á hesi stevnu.
- í 50 rygg fyri kvinnur vann Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) bronsu, meðan Eyðrið Mortensen (2003, HS) varð nr 5 í A-finaluni, og Elin Christiansen (2004, SuSvim) og Bjørk L. Sørensen (2004, SuSvim) ávikavíst nr 1 og 7 í B-finaluni
- í 50 bringu fyri menn varð Rúni Dahl (2004, SuSvim) nr 7 í A-finaluni, meðan Heini Hansen (2004, SuSvim) og Fróði Hansen (2008, FS) vórðu ávikavíst nr 4 og 8 í B-finaluni
- í 50 firvald fyri kvinnur varð Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) nr 6 í A-finaluni, meðan Elin Christiansen (2004, SuSvim) og Birita Vesturtún (2007, FS) vórðu ávikavíst nr 1 og 3 í B-finaluni
- í 50 frí fyri menn vann Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) silvur, meðan Bartal Debess (2002, SuSvim) varð nr 4 í A-finaluni
- í 400 frí fyri kvinnur vann Vár E. Eidesgaard (20021, HS) silvur, meðan Eyðrið Mortensen (2003, HS) varð nr 4
- í 200 rygg fyri kvinnur vann Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) silvur
- í 100 rygg fyri menn vann Bartal Debess (2002, SuSvim) silvur, meðan Jónathan L. Sørensen (2006, SuSvim) varð nr 4 í B-finaluni
- í 100 bringu fyri kvinnur vórðu Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS) og Birita Vesturtún (2007, FS) ávikavíst nr 1 og 5 í B-finaluni
- í 200 bringu fyri menn varð Fróði Hansen (2008, FS) nr 4 í finaluni
- í 100 firvald fyri menn varð Hans Jacob Hjelm (2003, SuSvim) nr 2 í B-finaluni
- í 100 frí fyri kvinnur Alisa Vestergård (2003, SuSvim) bronsu, meðan Vár E. Eidesgaard (2001, HS) varð nr 6 í A-finaluni, og Margit Højbro (2007, FS) nr 7 í B-finaluni
- í 200 frí fyri menn vann Bartal E. Eidesgaard (2003, SuSvim) gull
Tilsamans vunnu føroyskir svimjarar eini 15 heiðursmerki á hesi stevnu, harav svimjarar úr Havnar Svimjifelag 2 gull, 7 silvur og 3 bronsur, og svimjarar úr Suðuroyar Svimjifelag 3 bronsur.
Hartil vóru heiðursmerki eisini í yngra bólkinum, sum tíverri ikki síggjast øll í yvirlitinum. Til dømis vann Fróði Hansen nú silvur í yngra bólkinum í 200 bringu, í somu kapping sum hann varð nr 4 av øllum í finaluni.
Her er eitt yvirlit eisini yvir hvør sum vann flest heiðursmerki, har Bartal E. Eidesgaard var tann sum vann mest hjá monnum, nevniliga 2 gull, 1 silvur og 1 bronsu.
Úrslit og yvirlit síggjast her á swimrankings.net