So eru tað Oyggjaleikir 2025

Okkara hópur kom avstað í øllum góðum í morgun, og ferðast nú saman við flestu hinum í ÍSF-ferðalagnum norður til Orkney. Her eru leinki til ymisku kunningartænasturnar ísv Oyggjaleikir 2025:

SSF-landsliðið við fráferð úr Vágum. Sabina Poulsen eigur myndina
Continue reading So eru tað Oyggjaleikir 2025

Luttakaralistarnir til HM 2025

Altjóða svimjisambandið vísir nú her á heimasíðu síni, hvørji ið eru tilmeldaði í ymisku greinunum á HM á langgeil 2025, sum verður í Singapore hin 27. juli til 3. august. Okkara fýra svimjarar síggjast eisini á listunum.

  • Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) í 50 og 100 rygg
  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) í 50 og 100 bringu
  • Isak D. Brisenfeldt (2008, HS) í 200 firvald og 200 blandað
  • Líggjas Joensen (2008, Ægir) í 800 og 1500 frí

So er tað EJM 2025

EJM verður í Samorin í Slovakia nú týsdag 1. til sunnudag 6. juli, við luttøku av eisini trimum føroyskum svimjarum.

Leinki til startlistar og úrslit og stroyming og tílíkt, fara at finnast her á heimasíðuni hjá European Aquatics.

Tey sum kappast fyri Føroyar, eru Lea O. Højsted (2008) og Líggjas Joensen (2008) úr Ægir, og Silas Dam Lindberg (2008) úr Havnar Svimjifelag.

Føroysku tilmeldingarnar eru:

  • Týs 1. juli – Silas og Líggjas 200 frí, Lea 50 bringu
  • Mik 2. juli – Lea 50 frí, Silas og Líggjas 1500 frí
  • Hós 3. juli – Lea 200 bringu
  • Frí 4. juli – Lea 100 frí, Silas og Líggjas 800 frí
  • Ley 5. juli – Lea 100 bringu
  • Sun 6. juli – Silas og Líggjas 400 frí

Eisini góður annar dagur á SMÍ 2025

Føroyingarnir kláraðu seg bara væl eisini annan dag á Sumarmeistaramót Íslands 2025. Rebekka Róðinsdóttir vann gull í 200 blandað, Fróði Hansen vann gull í 200 bringu, og hartil vóru onnur heiðursmerki umframt persónlig met. Sí úrslitalistarnar her á Swimify

Føroyski SMÍ-hópurin í Hafnarfirði. Heidi Jacobsen eigur myndina
Continue reading Eisini góður annar dagur á SMÍ 2025