Føroyingarnir kláraðu seg bara væl eisini annan dag á Sumarmeistaramót Íslands 2025. Rebekka Róðinsdóttir vann gull í 200 blandað, Fróði Hansen vann gull í 200 bringu, og hartil vóru onnur heiðursmerki umframt persónlig met. Sí úrslitalistarnar her á Swimify
Okkara átta ungu svimjarar gjørdu vart við seg í dag, tá ið fyrsti partur av Sumarmeistaramót Íslands varð avgreitt í Hafnarfirði. Rebekka Róðinsdóttir vann gull í 400 blandað og 200 bringu, Bárður Ólavsson vann gull í 200 firvald, og fleiri aðrir svimjarar svumu seg til heiðursmerki og persónlig met. Sí úrslitalistarnar her
Jonna Joensen (2005, Ægir) megnaði í dag at svimja seg til flott bronsuheiðursmerki á donsku meistarastevnuni í Open Water 2025, tá ið hon í kappingini í 5 km svam seg til úrslitið 1:17.21. Sí úrslitalistan her
Jonna bronsu á DM í 5 km Open Water 2025. Birita Joensen eigur myndina
Íslendingar skipa í dag og í morgin fyri Sumarmeistaramót Íslands í Ásvallalaug í Hafnarfirði, við luttøku av eisini 8 ungum føroyskum svimjarum. Kappast verður í tveimum aldursbólkum, og útlitini eru ikki heilt vánalig til okkurt føroyskt heiðursmerki. Fylgið við frá kl
Kappast verður báðar dagarnar frá kl 14:30 íslendska tíð, sum er frá kl 15:30 í Føroyum. Stevnan er í stóran mun skipað sum beinleiðis finalur, tó so at har ímóti endanum eru sokallaðar ‘skins’-kappingar.
Danir skipa í dag fyri donsku meistarastevnuni í Open Water 2025, við luttøku av í øllum einum føroyskum svimjara. Jonna Joensen (2005, Ægir) hevur fráboðað luttøku í ‘premasters’-bólkinum á 5km teininum, sí luttakaralistan her.
Kappast verður framvið ‘Honnørkajen’ í Aalborg nær Límfjørðsbrúnni, frá kl 15 danska tíð sum er frá kl 14 her í Føroyum. Sjóhitin í Aalborg sær út til at verða undir 18 hitastig í dag, har tey hava áseting um at undir 19 hitastig krevur vátdrakt.
Jonna til EM í Open Water 2025. Rókur í Jákupsstovu eigur myndina
Føroyska luttøkan er nú liðugt avgreidd á EM U23 2025 í Samorin í Slovakia, og varð tað til tvey føroysk met umframt tvey persónlig met. Úrslitini síggjast øll her á stevnusíðuni
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í morgun at betra um sítt føroyska met í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á EM U23 2025 í Samorin í Slovakia svam seg til úrslitið 51.84, har metið hjá honum frá Danish Open í apríl mánaða var 51.89. Sí úrslitalistan her
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) setti í gjár nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hann á EM U23 2025 í Samorin í Slovakia svam seg til úrslitið 29.09 sekund. Hann átti sjálvur føroyska metið á 29.16 sekund, frá Danish Open í apríl mánaða. Sí úrslitalistan her