Lea bronsu og føroyskt met og juniormet í 50 bringu á Oyggjaleikum 2025

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna bronsu og seta føroyskt met og juniormet á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í 50 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 32.22. Hon átti sjálv metini á 32.42 frá í morgun, og áðrenn tað 32.64 frá FM á stuttgeil 2024. Sí úrslitalistan her

Lea bronsu í 50 bringu á Oyggjaleikum 2025
Sabina Poulsen eigur myndina

Bartal silvur og stórt føroyskt met í 100 bringu á Oyggjaleikum 2025

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at vinna silvur við stórum føroyskum meti á Oyggjaleikum 2025, tá ið hann í 100 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 1:00.51. Hann átti sjálvur føroyska metið á 1:01.85 frá í morgun, og áðrenn tað á 1:02.08, frá FM á stuttgeil 2024. Sí úrslitalistan her

Bartal silvur í 100 bringu á Oyggjaleikum 2025
Sabina Poulsen eigur myndina

Sera góður fyrsti morgun á Oyggjaleikum 2025

Tey hava avgreitt fyrsta stevnupart á Oyggjaleikum 2025, og gekk tað yvirhøvur sera gott hjá okkara svimjarum. Hóast talan sikkurt ofta var um svimjing til fyrst og fremst at koma víðari til finalurnar, so svumu okkara í heilum heilt skjótt, til m.a. tvey føroysk met, eitt føroyskt juniormet og eitt føroyskt landsliðsmet

Image courtesy of Euan Duff (Duff Company Productions)
Continue reading Sera góður fyrsti morgun á Oyggjaleikum 2025

Lea 32.42 og føroyskt met og juniormet í 50 bringu

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti í morgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Oyggjaleikum 2025 svam seg til úrslitið 32.42. Hon átti sjálv metini á 32.64, frá FM á stuttgeil 2024

Lea Osberg Højsted á Oyggjaleikum 2025. Sabina Poulsen eigur myndina

Upptakt til fyrsta dag á svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2025

So er tað longu í morgin ári at svimjistevnan byrjar á Oyggjaleikum 2025. Viðfesti startlisti er frá miðskeiðis í juni mánaða, og kunnu har tí væl hava verið tillagingar síðani tá, til dømis við avmeldingum á tekniska fundinum í dag.

Bestu útlit til føroysk heiðursmerki á svimjistevnuni í morgin, eru Líggjas og Silas í 1500 frí, Isak í 200 firvald, Jóhanna í 100 firvald, Bartal í 100 bringu, Alisa í 200 frí og Heini í 200 blandað.

Vit eru nær heiðursmerkjum í øðrum kappingum eisini; men nú fáa vit at síggja, hvussu okkara og teirra eru fyri 🙂

Pickaquoy Centre. Image courtesy of Helen Rothnie / Orkney 2025

Stroyming og úrslit frá HM 2025

HM 2025 byrjaði í dag, sí skránna her á heimasíðuni hjá World Aquatics. Fyrstu dagarnar er fyrstu dystir í vatnpolo á skránni, áðrenn vit koma til hinar greinarnar, fyrst við open water afturat frá týsdegnum 15. juni, og síðani hinar so hvørt, til vit sunnudagin hin 27. juli koma til kappsvimjing á langgeil.