So er tað EJM 2025

EJM verður í Samorin í Slovakia nú týsdag 1. til sunnudag 6. juli, við luttøku av eisini trimum føroyskum svimjarum.

Leinki til startlistar og úrslit og stroyming og tílíkt, fara at finnast her á heimasíðuni hjá European Aquatics.

Tey sum kappast fyri Føroyar, eru Lea O. Højsted (2008) og Líggjas Joensen (2008) úr Ægir, og Silas Dam Lindberg (2008) úr Havnar Svimjifelag.

Føroysku tilmeldingarnar eru:

  • Týs 1. juli – Silas og Líggjas 200 frí, Lea 50 bringu
  • Mik 2. juli – Lea 50 frí, Silas og Líggjas 1500 frí
  • Hós 3. juli – Lea 200 bringu
  • Frí 4. juli – Lea 100 frí, Silas og Líggjas 800 frí
  • Ley 5. juli – Lea 100 bringu
  • Sun 6. juli – Silas og Líggjas 400 frí

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.