4 norðurlendsk heiðursmerki á EJM í dag

Svenska Henriette Stenkvist vann í dag gullheiðursmerki í 400 frí á evropeisku juniormeistarastevnuni í Helsinki, við tíðini 4:13.69 frammanfyri donsku Amalie Emma Thomsen sum vann silvur við 4:14.61. Norski Sverre Næss vann silvurheiðursmerki í 200 metra bringusvimjing, við tíðini 2:13.77 aftanfyri týska Christian vom Lehn á 2:12.93. Og Henrietta Stenkvist vann eisini bronsuheiðursmerki í 200 metra ryggsvimjing, við tíðini 2:13.38 aftanfyri bretsku Karley Mann á 2:11.48 og ukrainsku Daryna Zevina á 2:11.82. Sí úrslit á www.livetiming.se.

Kappsvimjing á sjónum á Ólavsøku

Havnar Svimjifelag skipar fyri kappsvimjing á sjónum á ólavsøku. Svomið verður fram við Molanum beint eftir kappróðurin tann 28. juli, tá ið tíggjumannaførini eru komin á mál – væntandi um fimmtíðina.

Teinurin, ið svomin verður er 420 metrar – frá endanum á Molanum, har ein startbrúgv verður løgd út, og inn í krókin við Havnarskrivstovuna, har málið verður.

Havsvimjing á Ólavsøku
Continue reading Kappsvimjing á sjónum á Ólavsøku

Birita 2:30.54 í 200 rygg á EJM 2010 í morgun

Birita Debes luttekur sum kunnugt á evropeisku juniormeistarastevnuni, sum er í Helsinki í hesum døgum. Í morgun skuldi hon royna seg í 200 metra ryggsvimjing, og svam tá 2:30.54, har juniormetið hjá henni frá Small States 2010 í juni mánaða er 2:30.53. Altso éin hundraðpart frá metinum. Sí úrslit her á livetiming.se.

Video frá Vansbrosimningen

Endiliga fann eg eina video frá Vansbrosimningen farna vikuskifti, sum tó tíverri ikki vísir ta stóru rúgvuna av svimjarum sum svumu í leypi av vikuskiftinum. Tey vóru yvir 11.600 luttakarar í ymisku kappingunum, 5 km og 1500 metrar ‘halvsim’ fríggjadag, 1000 metur ‘kortsim’ leygardag, og so sjálva Vansbrosimningen á 3000 metrar sunnudag.


Continue reading Video frá Vansbrosimningen

Ítróttaravtalan millum Danmark og Føroyar dagførd

Við gildi frá 1. juli 2010 hava Integratiónsministeriet í Danmark og Innlendismálaráðið sett nýggja ítróttaravtalu í gildi fyri útlendingar, sum hava ítrótt sum sítt høvuðsarbeiði í Føroyum. Minsta mánaðarliga inntøkan av ítrótti, sum kann vera grundarlag fyri einum uppihalds- og arbeiðsloyvi (ítróttarloyvi) í Føroyum er nú kr. 9.543. Mesta loyvda inntøkan av øðrum arbeiði skal fyri loyvistíðarskeiði í meðal ikki fara upp um kr. 8.812 kr. pr. mánað. Lesið her á isf.fo og sí alla avtaluna sum pdf-skjal her.

Yannick Agnel er stóra stjørnan á EJM í Helsinki

SwimmingWorld Magazine skrivar her um evropeisku juniormeistarastevnuna sum verður í Helsinki í Finnlandi, nú teir komandi dagarnar. Franski Agnel verður skýrdur “star attraction”, saman við Silke Lippok úr Týskandi og Anton Lobanov úr Russlandi, umframt tildømis Elisa Thimm úr Týsklandi og Henrietta Stenkvist úr Svøríki.
Continue reading Yannick Agnel er stóra stjørnan á EJM í Helsinki

60 ára gamla Nyad ætlar at svimja frá Cuba til Florida

Diana Nyad úr Florida er í løtuni í ferð við at svimja 24 tímar út-í-eitt í havinum við Florida, sum fyrireiking til seinni í summar at svimja 103 miles (t.e. 165.7 km) úr Cuba til Florida. Í 70-unum svam sama dama 102.5 miles (164.9 km) úr Bimini á Bahamas til Florida, sum í øllum førum tá var tað longsta ið nakar hevði svomið á havinum; og varð afturfyri tað umframt eina rúgvu av øðrum langteinasvimjingum heiðrað við upptøku í “The International Swimming Hall of Fame“. Til í fjør hevði hon ikki svomið éitt tak í 31 ár, men svimur nú hetta við grundgeving: “Because I’d like to prove to the other 60 year olds that it is never too late to start your dreams.


Continue reading 60 ára gamla Nyad ætlar at svimja frá Cuba til Florida

Fjórða hvør donsk druknivanlukka hendir í eini havn

Flestu donsku druknivanlukkur henda sambært hagtøl hjá Trygfonden í eini havn, við umleið sama tali av vanlukkum undir sigling, og so strond og vøtn á triðja og fjórðaplássi. TrygFonden íverksetur tí nú eitt átak til at fáa fólk at altíð kunna seg um nærmastu bjargingarútgerð og rýmingarveg úr sjónum, og at halda eina rímiliga frástøðu frá sjálvum keikantinum um ikki tey eru í bjargingarvesti og/ella saman við øðrum. Les jp.dk
Continue reading Fjórða hvør donsk druknivanlukka hendir í eini havn