Éin masters bjóðaði av á úttøkustevnuni

Sjálvur formaðurin í Svimjisambandi Føroya møtti tíðliga í morgun, at kappast í 50 metra firvaldasvimjing, sum fyrireiking fram í móti fyrsta FM fyri masters, seinni í heyst. Hann var ikki so nøgdur við tíðina, serliga tí at starturin var so seinur.

Tað er Erling Eidesgaard sum hevur filmað, við sínari iPhone 4.

Victoria Biskopstø fekk bronsunál við stjørnu

Victoria Biskopstø úr Ægir fekk á HS stevnuni her um vikuskiftið handað bronsunál við stjørnum, fyri at hava svomið 800 frí uppá 10:41.79 (10 minuttir, 41 sekund og 79 hundraðpartar). Her stendur hon saman við Magnusi Jákupssyni og Turið S. Christiansen, sum fingu hvør sítt gávukort frá SMS, afturfyri at hava sett met á stevnuni.

DSC00820

Magnus 4:42.49 og juniormet í 400 blandað

Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag megnaði eisini at seta juniormet í 400 blandað, tá ið tann teinurin varð svomin í gjár. Tíðin hjá honum var 4:42.49, har kravtíðin til at kunna seta juniormet var 4:48.41, og sostatt vóru tey tvey sum megnaðu at seta juniormet í hesum longsta teininum í blandaðari svimjing.

DSC00803

Liðið til landsdystin ímóti Íslandi úttikið

Høvuðsvenjararnir í føroysku svimjifeløgunum og starvsnevnd Svimjisamband Føroya hava á fundi í gjár og í dag samtykt at taka út fylgjandi 16 svimjarar til landsdystin ímóti íslendingum í Íslandi leygardagin 9. oktober 2010:

DSC00826

Kvinnur

  • Guðrun Mortensen, Suðuroyar Svimjifelag
  • Turið S. Christiansen, Ægir
  • Birita Debes, FLOT
  • Tanja Skaalum, Suðuroyar Svimjifelag
  • Helena Sævarsdóttir, Suðuroyar Svimjifelag
  • Guðrun Holm Jacobsen, Havnar Svimjifelag
  • Astrið Foldarskarð, FLOT
  • Jonna B. Thomsen, Fuglafjarðar Svimjifelag

Continue reading Liðið til landsdystin ímóti Íslandi úttikið

Nýtt heimsmet í at svimja stafett á sjónum

6 amerikanskir masters-svimjarar eru í ferð við at svimja 202 miles ella 325 kilometrar framvið strondini í Kalifornia, sum stafett har heimsmetið í longstu stafett á opnum vatni er 78.2 miles. Í gjár høvdu teir svomið 101 miles, og sostatt væl og virðiliga sett heimsmet, men koyra sjálvsagt á at svimja teir fullu 202.

Continue reading Nýtt heimsmet í at svimja stafett á sjónum

Svam yvir um Ermasund uttan armar ella bein

42 ára gamli Phillippe Croizon úr Fraklandi megnaði í gjár at svimja tvørtur um Ermasund, frá Folkestone í Onglandi til onkunstaðni nær Wissant í Fraklandi. Hann hevur bara stubbar í staðin fyri armar bein, men fekk gjørt nakrar serligar beinprotesur skapaðar sum fitjur til teinin. Túrurin tók ein góðan dag, frá klokkan 8:00 um morgunin til beint áðrenn kl 21.30 um kvøldið. Les t.d. her frá AFP

Turið 5:11.41 og juniormet í 400 blandað

Turið S. ChristiansenÆgir-svimjarin Turið S. Christiansen setti í gjár nýtt juniormet í 400 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, við tíðini 5:11.41. Hetta var á úttøkustevnuni til landsdyst, sum er í Havn í hesum døgum. Eingin hevur til nú sett juniormet í hesi grein, síðani Svimjisambandið í august 2008 umskipaði aldursbólkarnar, og tá ásetti kravtíð 5:18.63 til at kunna seta juniormet í greinini. Tíðin hjá Turið er samstundis undir kravtíðina 5:24.71 hjá gentum í hennara árgangi at sleppa til NJM í desember, umframt undir kravtíðina 5:15.77 til gentur eitt ár eldri enn hana at sleppa til somu stevnu.
Continue reading Turið 5:11.41 og juniormet í 400 blandað

Nýsælendingar flyta meistarastevnu vegna jarðskjálvta

Nýsælendingar eru noyddir at flyta stutthylja-meistarastevnuna fyri sínar yngru aldursbólkar, av tí at hylurin varð raktur av jarðskjálvta, sum tey upprunaliga ætlaðu at hava kappingina í. Tey umhugsaðu at avlýsa ella útseta meistarstevnuna, men valdu at enda at heldur bara flyta stevnuna úr Christchurch til Wellington. Les SwimmingWorld Magazine

Startlisti til HS stevnuna 18. – 19. september 2010

Viðfestur er luttakaralistin til HS stevnu nú í vikuskiftinum 18. – 19. september. Tað sær út til at serliga Pál Joensen fær eina góða kapping, við einum 9 styrkismetingum sum nr 1 og 4 sum nr 2, umframt Magnus Jákupsson sum verður styrkismettur at verða fimm ferðir nr 1 og 2 ferðir nr 2, og Birita Debes sum verður styrkismett at verða fimm ferðir nr 1. Hartil Helena, Turið og Cecilia, sum standa til at verða nummar 1 einar 3 ferðir í part, og Tanja og Pauli sum standa til at verða nr 1 einar 2 ferðir í part.

Mark Schubert sendur til hús við løn

Amerikanski Mark Schubert er sendur til hús við løn, tað tey kallað “paid leave of absence” frá sínum starvi sum høvuðs-landsliðsvenjari hjá USA Swimming. Tað er ikki enn greitt hví at hetta hendir, men SwimmingWorld Magazine hevur fingið at vita frá álítandi keldum, at tað ikki hevur nakað við siðamisbrot at gera, “nor any other ethical, social or unlawful improprieties”.
Continue reading Mark Schubert sendur til hús við løn