Vágs kommuna keypt vatndraktir til smábarnasvimjing

Svimjihylurin í Vági hevur í fleiri ár verið heitari leygardagar enn gerandisdagar, og av tí sama hava nógv verið og svomið við pinkubørnum leygardag. Men nú Vágs kommuna hevur avgjørt at spara á hesum øki, so verður hylurin ikki longur heitari leygardagar, og í staðin bjóða tey nú vátdraktir av merkinum Konfidence til børnini. Tað fer at kosta 150 kr at leiga eina sovorðna drakt í 8 mánaðir, afturat einum depositum á 200 kr. Lesið her á vagur.fo.

Skeggjar og Reki leggja saman

Svimjifeløgini Skeggjar og Reki avgjørdu á fundi í gjár at ganga saman í eitt nýtt felag. Allar ognir hjá feløgunum eru lagdar í nýggja felagið, og ein 6 manna nevnd arbeiðir nú víðari, millum annað við at finna navn til felagið. Skeggjar var sum kunnugt felagið í Gøtu, sum nú í summar fekk trupulleikar við at Eysturkommuna stongdi teirra svimjihyl, meðan Reki var felagið í Leirvík.

Napoleon fær karantenuna flutta, so hann sleppur til Delhi

Altjóða kærudómstólurin CAS hevur avgjørt at broyta dopingdómin hjá avstralska Ryan Napoleon, so at hann hvørki fær strikað úrslitini frá avstralsku Commonwealth Games úttøkustevnuni í mars mánaða, ella er í karantenu tá ið tey nú í oktober fara til Commonwealth Games. Hann varð sum kunnugt tikin fyri doping, av tí at apotekið hevði merkt ein astma-inhalator skeivt.
Continue reading Napoleon fær karantenuna flutta, so hann sleppur til Delhi

Klor kann viðføra krabbamein (men svimjing er sunt)

Nýggj gransking bendir á, at svimjing í serliga innandura hyljum kann geva trupulleikar við andaleiðini, og skaða DNA sum so aftur kann føra til krabbamein. Trupulleikin er klor, og granskarnir skunda sær at siga at man ikki skal halda uppat við at svimja, men heldur at tað hevði verið sunnari at minka um kemikaliuni í vatninum. Nakað ið sum kunnugt ber til, har til dømis Bernstorffsminde Efterskole í Danmark hevur minkað um klorinnihaldið í svimjihylinum við 80 prosentum. Les WebMD.com

Innbjóðing til HS stevnu 18. og 19. september 2010

Viðfest er innbjóðing til HS stevnu 18. og 19. september 2010, umframt tilmeldingarfílur. Talan er um kapping fyri allar aldursbólkar, ið samstundis er úttøkukapping til landsdystin ímóti Íslandi í Íslandi tann 9. oktober 2010. Tilmeldingar skulu sendast til Svend Åga í seinasta lagi mikukvøldið 15. september kl 19:00.

Lotte Friis kokti báðar føturnar av fótbólti

Heimsmeistarin og evropameistarin Lotte Friis fekk eina heldur keðiliga byrjan uppá venjingina nú eftir feriuna eftir EM í Budapest, tá ið hon í fótbóltsdysti kokti báðar føturnar. “Den første fod røg, da holdkammerat Emma Amalie Thomsen satte en effektiv tackling ind. Den anden ankel blev beskadiget, da Lotte Friis snublede i et hul i plænen.” Hetta var eftir øllum at døma partur av venjingini hjá svimjilandsliðnum, sum nú merkir at hon í eina tíð ikki fær vant nakað sum krevur at hon setur av við fótunum. Les sporten.dk

Heystrøringur 2010

Ítróttarsamband Føroya og Fólkaheilsuráðið skipa aftur í ár fyri ‘heystrøringi’, har føroysk ítróttarfeløg lata dyrnar upp fyri almenninginum, og ÍSF og Fólkaheilsuráðið so afturfyri samskipa lýsingarátak um tiltøkini. Í fjør vóru tað millum annað Miðvágs Badmintonfelag sum skipaði fyri familjudøgum í ítróttahøllini á Giljanesi, Róðratfelagið Knøttur sum skipaði fyri familjurógving á Havnarvág, og Suðuroyar Svimjifelag sum skipaði fyri “opnum hyli”. Tey feløg sum lata dyrnar upp, eru við í einum lutakasti um m.a. 3000 krónur til venjingarútgerð. Lesið meira her á isf.fo.