Nýtt heimsmet í at svimja stafett á sjónum

6 amerikanskir masters-svimjarar eru í ferð við at svimja 202 miles ella 325 kilometrar framvið strondini í Kalifornia, sum stafett har heimsmetið í longstu stafett á opnum vatni er 78.2 miles. Í gjár høvdu teir svomið 101 miles, og sostatt væl og virðiliga sett heimsmet, men koyra sjálvsagt á at svimja teir fullu 202.


Teir fylgja reglunum hjá liðsvimjing á Ermasundi og Catalina kanalini, sum siga at hvør svimjari skal svimja í ein tíma, og svimja hartil uttan vátdrakt til at kunna fáa staðfest metið sum offisielt FINA heimsmet. Gamla heimsmetið var svomið á Taupo vatninum í Nýsælandi í 2009.

Hesir 6 nú vænta at koma á mál einaferð mánamorgunin.

Keldur: SwimmingWorld Magazine og presidiosports.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.