Hvar eru mennirnir, spyr Mark Foster

Áhugaverd grein her á bbc.co.uk, har fyrrverandi heimsmeistarin Mark Foster saknar menn millum bretsku svimjistjørnurnar. Hóast tey hava minst 8 kvinnuligar heimsklassasvimjarar, so kann hann ikki finna nakran annan enn ryggsvimjaran Liam Tancock, tá ið tað kemur til bretskar menn, sum tekur og kann taka gull á EM og HM.
Continue reading Hvar eru mennirnir, spyr Mark Foster

Vesini tipt og skvett í hylinum í Delhi

Team England hevur biðið fyriskipararnari um at kanna vatngóðskuna í uttandura kappingarhylinum í Delhi, tí tey stúra fyri at svimjararnir kunnu vera búksjúkur vegna fuglaskvett frá teimum nógvu fuglunum runt hylin. Enska Francesca Halsall stetlaði “as if on high heels” til innleiðandi 50 frí, eftir at hava verið so mikið búksjúk um náttina, at hon ikki orkaði í hylin fyrr enn ein hálvan tíma áðrenn hon skuldi svimja. Har var nú einki rennandi vatn á vesinum við kappingarhylin, og ‘veteran coach’ Dave Haller stúrsaði tí við, tá ið hann fangaði seg sjálvan í at spyrja Thomas Haffield: “have you managed to go to the toilet this morning”: “In 44 years of coaching, I can’t recall ever having to ask a swimmer if they’d been to the loo. It was like I was talking to a 12-year-old.” Lesið her og her á SwimNews.com.

Oh and ps the toilets at the pool don’t flush! It smells AMAZING!! just saying :sless than a minute ago via web

Continue reading Vesini tipt og skvett í hylinum í Delhi

Svimjing er ikki (longur) fyri øll, sigur Dansk Svømmeunion

Danska svimjisambandið ger nú eitt neyðarróp, eftir allar søgurnar um hvussu danskar kommunur steingja svimjihallir og niðurraðfesta svimjiundirvísing í skúlunum. “Dansk Svømmeunion frygter konsekvenserne og udsender i en pressemeddelelse et nødråb til landets kommuner om at tænke sig om en ekstra gang. Også i Danmarks Idræts-Forbund ser man på udviklingen med stor bekymring – en udvikling, der i værste instans vil resultere i flere drukneulykker på sigt.” Lesið her á svoem.dk.
Continue reading Svimjing er ikki (longur) fyri øll, sigur Dansk Svømmeunion

Nú hava Commonwealth svimjararnir ‘Delhi Belly’

SwimNews.com skrivar at Rebecca Adlington og onnur stríðast við ‘Delhi Belly’, sum í flestu førum er bara ein mild búksjúka, sum kann haldast niðri við heilivági. Men SwimmingWorld veit at siga, at avstralski langteinarin Robert Hurley er so mikið illa raktur av búksjúkuni og møði, at hann hevur trekt seg fullkomiliga frá Commonwealth Games. Ryan Napoleon er eisini sjúkur, um enn hann enn svimur so mikið væl, at hann gjørdist nr 2 í 400 frí, aftanfyri Robert Cochrane. Og so er eisini ein ávísur vandi fyri denguefepur, við tað at mýggjabita-sesongin er í hæddini.


Continue reading Nú hava Commonwealth svimjararnir ‘Delhi Belly’

Phelps fer ikki til HM í Dubai

Amerikanska svimjisambandið USA Swimming kunnger nú, at tey senda 20 ‘olympians’ til HM á stuttgeil í Dubai, sum verður nú 15. – 19. desember 2010, íroknað Ryan Lochte, Natalie Coughlin, Aaron Piersol og Rebecca Soni, men minus Michael Phelps. Tey eru eini 37 í alt, út yvir tey 20 sum fyrr hava luttikið á OL, íroknað til dømis Jessica Hardy, Katie Hoff, Ariana Kukors, Kate Ziegler, Nathan Adrian, Eric Shanteau, Peter Vanderkaay, og Garrett Weber-Gale. Hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at USA sendir eitt lið til kapping í Sameindu Arabisku Emiratunum.

At last: Lívbjargingar-bazooka’in til mannin á kantinum

LONGREACH Buoyancy Deployment System” er snøgt sagt ein bazooka sum kann skjóta ein “Rescue Pack” út til neyðstaddar svimjarar heilar 150 metrar burturi. Double-barrel við ljóskastara og Para-Flares eisini, at brúka um náttina ella bara sum ellars. Spyr býtt, eg havi sjálvsagt longu bílagt mær nakrar 😉


Continue reading At last: Lívbjargingar-bazooka’in til mannin á kantinum

Danir broyta sínar aldursbólkar

Danska svimjisambandið fráboðar nú at tey broyta sínar aldursbólkar, so at svimjarnir nú skifta aldursbólk longu frá 1. september, heldur enn á nýggjárinum. Hetta við grundgeving at tey hava juniormeistarastevnur báðu megin nýggjár. Broytingin verður ikki tikin so væl upp her á SwimNews.dk, við tað at dreingir árgang 1992 og gentur árgang 1994 tí knappliga hava mist sín møguleika at vera elsti árgangur á donsku juniormeistarastevnuni á stuttgeil, sum verður nú tíðliga í desember.

Landsdystur Ísland-Føroyar 2010

Sekstan føroyskir svimjarar fara leygardagin hin 9. oktober kl. 16:00 at kappast á næsta landsdysti ímóti Íslandi, í Laugardalslaug svimjihøllini í Reykjavík. Afturat teimum fara 10 aðrir føroyskir svimjarar við yvir á venjingarlegu, at venja 7 dagar á stuttgeil og langgeil, sum fyrireiking til altjóða kapping.

DSC00827
Continue reading Landsdystur Ísland-Føroyar 2010