Fyri løtu síðani sendi Bjarnason eina videoheilsan úr Berlin.
Nú svimjarar streyma til Runavíkar
Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandinum hevur nú um dagarnar eitt lesarabræv í bløðunum. Vit endurgeva tað her:
Nú svimjarar streyma til Runavíkar
Sunnudagin 31. oktober eru føroyskir havsvimjarar bodnir til Glyvrar at leypa á bláman. Hetta tiltak er í samband við, at FaroExpo og Mentanarvika er í Runavík. Eitt sera áhugavert tiltak. Eg kenni meg tó noyddan til at lata ein dropa av malurt í bikarið.
Continue reading Nú svimjarar streyma til Runavíkar
Fylgið við World Cup beinleiðis á svimjing.com/live
Pál Joensen fer sum kunnugt at luttaka á World Cup í Berlin her í vikuskiftinum, sum favorittur til at vinna gull í 1500 metra frísvimjing, og við heiðursmerkjavónum eisini í 400 frí. Tó so hevur Kringvarp Føroya enn ongar formligar ætlanir um at senda beinleiðis frá hesum, sambært skránni á kringvarp.fo – og her á svimjing.com fara vit tí at gera alt sum stendur í okkara makt, so at til ber at fylgja við beinleiðis á www.svimjing.com/live
Continue reading Fylgið við World Cup beinleiðis á svimjing.com/live
45 min gingu áðrenn fyriskipararnir fóru at leita eftir Crippen
Ja tíverri, her er meira at fortelja frá hendingini í Fujairah, tá ið Fran Crippen doyði. Góði vinmaður hansara Alex Meyer fortelur nú nevniliga, at tað gingu 45 minuttir frá tí at teir svimjararnir fóru at leita eftir Crippen, eftir at teir sjálvir vóru komnir á mál, til nakar frá sjálvari kappingini kom at leita saman við teimum. Meyer var luttakarin sum fyrst uppdagaði at Crippen manglaði, og sum Crippen fyrr hevur offrað heiðursmerki fyri at hjálpa, tá ið teir báðir luttóku á Pan Pacifics. Lesið her á ESPN Swimming.
Meyer was the one who began railing at officials after Crippen went missing and organized other swimmers to search for him. “It wasn’t until 45 minutes after the men finished that there were people from the race helping us, and two hours until the rescue divers came,” he said. “There was clearly lack of communication, a lack of necessary safety procedures. Really, complete neglect is what it was.”
Multisource political news, world news, and entertainment news analysis by Newsy.com
Continue reading 45 min gingu áðrenn fyriskipararnir fóru at leita eftir Crippen
HS ‘vann’ úttøkustevnuna
Úrslitini frá Ægir-stevnuni í vikuskiftinum eru nú at finna her á SwimRankings, har vit millum annað síggja at Havnar Svimjifelag ‘vann’ kappingina um heiðursmerki, við at vinna tilsamans14 gullheiðursmerki, 9 silvur og 10 bronsu. Suðuroyar Svimjifelag varð nummar 2 við 10 gull, 9 silvur og 8 bronsu, og FLOT varð nummar 3 við 7 gull, 1 silvur og 2 bronsu.
Reki og Skeggjar fingið nýtt navn
Svimjifeløgini Reki og Skeggjar løgdu sum kunnugt saman herfyri, og skrivaðu í hesum sambandi út kapping um at finna navn til samanlagda felagið. 13 uppskot komu inn til kappingina, harav nevndin í felagnum nú hevur avgjørt at felagið skal eita Svimjifelagið REYSTI, sum Per Dávidsson Jacobsen hevur skotið upp.
Continue reading Reki og Skeggjar fingið nýtt navn
ADN um Guillaume Néry
Video her av YouTube-rásini hjá Néry sjálvum, har franska sjónvarpsrásin ADN fylgir frídykkaranum Guillaume Néry, manninum sum gevur tofta-úttrykkið “Neri-svimjing” nýggja meining. Sum ikki-fransktalandi skilji eg lítið og einki av hasum, men tað ljóðar øgiliga rætt tað heila 🙂
SwimmingWorld lanserað “Fantasy Swimming”
SwimmingWorld Magazine hevur lanserað eitt “Fantasy Swimming” spæl her á heimasíðuni, har tú kanst gita hvør ið vinnur tað ymiska á World Cup í Berlin, Moskva og Stokkhólmi, umframt á HM í Dubai. Har eru ymiskar virðislønir, umframt ‘reypirættindi’, sum tey siga, til tey sum vita betur enn onnur. Sí fantasy.swimmingworldmagazine.com
Og ja, Pál Joensen er á listanum …
Óli og Eyðbjørn eru 1 min skjótari enn skjótastu danir á sama aldri
Teir báðir Óli Mortensen úr HS og Eyðbjørn Joensen úr SuSvim eru veruliga í ein klassa fyri seg, tá ið ein samanber við javngamlar danir árgang 1996. Skjótasti danin svimur nevniliga 1500 frí uppá 17:31.19 í september, og næstskjótasti 17:34.55 í oktober, har Óli sum kunnugt nú í vikuskiftinum svam 16:25.55 og Eyðbjørn 16:29.45.
Continue reading Óli og Eyðbjørn eru 1 min skjótari enn skjótastu danir á sama aldri
Jennings svam rygg og veittraði eftir hjálp, uttan reaktión
Amerikanska Christine Jennings luttók eisini í havsvimjingini í Fujairah, har Fran Crippen doyði, og kom tá sjálv í so mikið stórar trupulleikar, at hon fyri at umganga at fáa ‘blackout’ legði seg ryggin at veitra eftir hjálp, ikki so langt frá málstrikuni. Men tá ið eingin kom at hjálpa, noyddist hon at stríða seg á mál, og endaði síðani á sjúkrahúsi. Hetta er sama Jennings sum herfyri vann the Tiburon Mile og $10.000. Lesið her í The Washington Post og á SwimNews.com.
The other American, Christine Jennings, said she vomited several times in the water. Jennings, 23, got dizzy and veered off course. Fearing she would black out, she turned over and swam on her back with an arm in the air to signal her distress to the safety boats that are supposed to follow the swimmers in such races.
But when no one responded, Jennings struggled to the finish, where she staggered out of the water with the help of a fellow swimmer and was taken to a hospital.
“It was a disaster,” she said. “I’m floating on my back for several minutes, thinking ‘Why isn’t anybody checking on me?’ “