Er Brasil ov kriminelt til at kunna hava OL ?

Tony Austin skrivar her á scaq.blogspot.com um vaksandi ruðuleika í Rio de Janeiro, har stríðið hjá løgregluni at fáa narkokartellini úr fátækrabýlingum hevur viðført, at balladan nú er í teimum ‘ordiligu’ býarpartunum eisini. Einir 96 bussar og bilar eru brendir í gøtunum, løgreglan koyrir runt í tanks, og fólk verða rænd og hótt og dripin fyri eitt gott orð.

Har var eisini galið í Sao Paolo, tá ið Formel 1 koyringin var har, sama vikuskifti sum World Cup var í svimjing í Stokkhólmi. Nakrir menn við skambyrsum og maskinbyrsu royndu at leggja á bilin hjá Jenson Button, í einum vegamóti mitt í býnum, men lukkutíð var bilurin bæði skotsikkur og bilførarin ein servandur løgreglumaður, so at teir sloppu vekk aftaná at hava krasjað nakrar bilar. Verri var hjá nøkrum mekanikarum hjá Sauber, sum eina aðra staðni komu út fyri tað sama í teirra vøruvogni, og tá fingu rænt alt møguligt.

Rio de Janeiro skal sum kunnugt vera vertur fyri OL í 2016, umframt HM í fótbólti í 2014.

Donets 22.74 og evropamet í 50 rygg

Russiski Stanislav Donets megnaði í dag at vinna gull í 50 rygg á EM á stuttgeil í Eindhoven, við tíðini 22.74 sum er 2 hundraðpartar skjótari enn nú fyrrverandi evropametið hjá honum á 22.76 frá EM í Istanbul í 2009. Hetta er fyrsta evropamet yvirhøvur í ár, og eitt vælkomið eitt, nú eftir at superdraktirnar vórðu bannaðar frá 1. januar 2010.

Swimming, European Championships, Eindhoven, 2010,

Pellegrini vann 800 frí í innleiðandi riðlinum

Italska Federica Pellegrini megnaði í dag tað sum Pál Joensen møguliga má royna eftir í Dubai, nevniliga at vinna heiðursmerki hóast at tilmeldingartíðin hjá henni ikki rakk til finalupláss. Hetta var á EM í Eindhoven, har tilmeldingartíðin hjá Pellegrini ikki var nóg góð til at verða ein av teimum 8 í finaluni, og har hon tí mátti tonsa í innleiðandi riðlinum í morgun. Tíðin hjá henni á 8:15.20 er besta tíð í Evropa í ár, og ferðin í innleiðandi viðførdi eisini, at írska Grainne Murphy vann bronsuheiðursmerki við 8:19.45. Sí úrslitalistan her.


Continue reading Pellegrini vann 800 frí í innleiðandi riðlinum

Startlistin til SuSvim stevnu í vikuskiftinum

So er startlistin klárur til Bank Nordik stevnu í Vági í vikuskiftinum. Tað sær út til at serliga SuSvim fær eina góða stevnu, við Pál Joensen ovast á listanum í einum 9 kappingum, umframt at Tanja Skaalum, Guðrun Mortensen, Kristina Elin Thomsen og Helena Strøm Sævarsdóttir eru ovast í einum 11 kappingum, pluss stafettum,

Kravtíðir til EJM 2011

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Starvsnevnd SSF hevur nú ásett kravtíðirnar til evropeisku juniormeistarastevnuna í Beograd 2011, eftir somu skipan sum til EJM í Helsinki í summar, men nú við ymiskum kravtíðum til fyrsta- og annaðársjuniorar. Sum heild eru kravtíðirnar herdar umleið 1% hjá teimum eldru, og linkaðar tilsvarandi 1% hjá teimum yngru.
Continue reading Kravtíðir til EJM 2011

Kunningarmálaráðið í Singapore rasandi um svimjibuksur

Vatnpololiðið hjá Singapore hevur ordiliga sett pissið í kók í landsins kunningarmálaráð, eftir at teir sjálvir sniðaðu sínar svimjibuksur til Asian Games eitt sindur djarvt, við mána og stjørnum úr flagginum á heldur óhepnum støðum á buksunum. Ráðið sigur at vatnpolospælararnir áttu at hava spurgt seg fyri um hvussu vítt partlutir av flagginum kundu brúkast á buksunum, og høvdu tá fingið at vita at sniðið var óhóskandi. Men nú gerst einki, við tað at reglurnar til Asian Games forbjóða at íðkarnarnir skifta búna í leypi av leikunum. Les her á jp.dk.

Danir innføra nú ‘transfer vindeyga’ til NTC svimjarar

Danska Svimjisambandið innførir nú ta serreglu til svimjarar á det Nationale TræningsCenter, at teir bara kunnu skifta millum feløg fyrstu fýra vikurnar eftir EM og HM á langgeil, og eftir OL. Skipanin er jú tann, at svimjararnir enn hoyra til tað felag sum tey komu frá, fyri tað um tey fara á NTC at venja í stytri ella longri tíðarskeið. Men nú vísir tað seg at svimjarar í so ofta síðani skifta ‘heimafelag’, so hvørt sum tilknýtið til upprunafelagið linkar; og Dansk Svømmeunion innførir tí hesa nýggju reglu, so at feløgini betur kunnu vænta at ‘eiga’ svimjararnar eina tíð afturat, fyri tað um teir fara á NTC.

EM á stuttgeil 2010

EK_mascotte_mediumÁrliga evropameistarastevnan á stuttgeil er í Eindhoven nú 24. – 28. november 2010, sum lýst á www.ecswimming2010.nl, og her á heimasíðu hjá evropeiska svimjisambandinum LEN. Startlistarnir og úrslit fara at kunna síggjast her, ‘live timing’ verður her, og gjørligt verður eisini at kunna síggja kappingarnar beinleiðis á internetinum.


Continue reading EM á stuttgeil 2010