Kunningarmálaráðið í Singapore rasandi um svimjibuksur

Vatnpololiðið hjá Singapore hevur ordiliga sett pissið í kók í landsins kunningarmálaráð, eftir at teir sjálvir sniðaðu sínar svimjibuksur til Asian Games eitt sindur djarvt, við mána og stjørnum úr flagginum á heldur óhepnum støðum á buksunum. Ráðið sigur at vatnpolospælararnir áttu at hava spurgt seg fyri um hvussu vítt partlutir av flagginum kundu brúkast á buksunum, og høvdu tá fingið at vita at sniðið var óhóskandi. Men nú gerst einki, við tað at reglurnar til Asian Games forbjóða at íðkarnarnir skifta búna í leypi av leikunum. Les her á jp.dk.

Yang Sun 14:35.43 í 1500 frí

Kinesiski Yang Sun svam fyri løtu síðani 1500 frí uppá 14:35.43, sum er asiatiskt met, og minni enn eitt sekund frá heimsmetinum hjá Grant Hackett frá 2001 á 14:34.56. Hetta er á langgeil, men tó so mikið skjótt, at tíðin eisini er meira enn 2 sekund skjótari enn bestu tíð á stuttgeil í ár, frá tá ið Sebastien Rouault vann World Cup í Stokkhólmi við 14:37.94. Sí úrslitalistan her.


Continue reading Yang Sun 14:35.43 í 1500 frí