USA Swimming fer allíkavæl ikki at krevja umskipan av FINA

“The USA Swimming Board of Directors” hevur noktað at stuðla avgerðini hjá teirra “International Relations Committee”, at fara at skjóta upp eina umskipan av FINA á næstkomandi FINA kongress. “International Relations” nevndin hevði annars atkvøtt fyri hesum við 14 atkvøðum ímóti 6, og hevur uppbakning frá nógvum høgtstandandi amerikanskum venjarum. Men tað verður so ikki hesu ferð, at USA fer at krevja FINA umskipað. Les SwimNews.com

Er 1500 tíðin hjá Sun betri enn tann hjá Hackett ?

Áhugaverd eygleiðing her á speedendurance.blogspot.com, at tíðin 14.35.43 hjá Yang Sun kanska kann metast at vera betri enn heimsmetið á 14:34.56 hjá Grant Hackett, við tað at Hackett svam í heildrakt niður á øklar og út á handliðirnar. Ein venjari hjá 18 ára gamla og 198 cm høga kinesaranum er forrestin sami Dennis Cotterel sum vandi Hackett, ið væntar at Sun setur heimsmetið komandi ár. Og so fáa vit føroyingar eina heilsu við á vegin, í kraft av Pál Joensen:

“Right now he leads a deep field of 1500m Freestylers, stacked with talent. Ryan Cochrane, Ous Mellouli, Sebastien Rouault, Pal Joensen, Zhang Lin, Chad La Tourette & Peter Vanderkaay will all have to bridge the gap to Sun Yang.”

ÍSF talar at ætlanunum hjá Løgtinginum at spara uppá ítrótt

ÍSF-forsetin Petur Elias Petersen skrivar her á isf.fo, at tað kom dátt við tá stjórn ÍSF’s kundi staðfesta at tað sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt í ítróttafeløgunum kring alt landið, nú skal svíða fyri at fáa Løgtingsfíggjarlógina fyri 2011 at hanga saman. Løgtingið ætlar at skera eina hálva millión av tí stuðli sum verður latin ÍSF, afturat milliónini sum varð skorin av stuðlinum til fótbóltin í sambandi við ólavsøkupakkan í fjør, og afturat stuðulin til ein ítróttarráðgeva, so at ítrótturin nú tilsamans hevur mist 1,85 millión krónur. Teir eyka 600.000 til úrvalsítrótt eru at fegnast um, men kemur jú ikki breiðu ítróttini tilgóðar.

“Tað tykist sum um, at politiska skipanin als ikki hevur fatað tað ómetaliga stóra virði í tí, sum sjálvboðin innan ítróttalívið kring allar Føroyar gera dag og dagliga. Í mun til so nógv annað, sum peningur verður játtaður til á løgtingsfíggjarlógini, so er tann hálva milliónin, sum nú verður skorin frá ítróttini piparnøtur, og tað er samlaða upphæddin til ÍSF upp á 4,75 milliónir jú eisini.”

SVØM og Team Danmark bakka upp um Wildeboer

Sporten.dk skrivar nú, at hóast Paulus Wildeboer ‘svimur ímóti streyminum’ í løtuni, so fær hann fullan stuðul frá bæði Dansk Svømmeunion og Team Danmark. Team Danmark stuðlar danskari svimjing fíggjarliga við 6.3 milliónum krónum um árið, sum stjórin har Michael Andersen heldur vera gott givið út:

“Jeg synes, Dansk Svømmeunion de seneste fire-fem år har gennemgået en rivende udvikling. Det er der mange årsager til, både klubber, forbund og svømmerne selv. De deler succesen. Som jeg ser det, så har det på alle punkter været en god udvikling.”
Continue reading SVØM og Team Danmark bakka upp um Wildeboer

LEN fer at blóðtesta á EM nú í vikuni

Evropeiska svimjisambandið LEN skipar sum kunnugt fyri EM á stuttgeil her í vikuni, mest tí at teir skulu vegna sínar sponsoravtalur og líkandi, og hóast at nógvir av teimum bestu svimjarunum velja heldur at fokusera uppá heimsmeistarastevnuna í Dubai um knappan mánaða. Í viðfesta tíðindaskrivi skriva tey tó frá minst trimum stórum nøvnum sum fara at luttaka – italska Federica Pellegrini og týsku Britta Steffen og Paul Biedermann. Og avdúka hartil, at tey hesuferð fara at royna seg við blóðtest av svimjarum, har tað til nú annars allarmest hevur verið bara landroyndir.

Wildeboer greiðir frá donsku úttøkuskipanini

Paulus Wildeboer landsliðsvenjari hjá Danmark greiðir nú her á svoem.dk frá donsku testskipanini, og frá hvussu sonevnda ‘OL finalu tabellin’ hjá dønum er gjørd. Við endurtakandi viðmerking, at skipanirnar fleiri ferðir eru vístar teimum allarflestu donsku úrvalsvenjarunum.
Continue reading Wildeboer greiðir frá donsku úttøkuskipanini

Er nakað skil á WADA ?

Áhugaverd grein her á SwimNews, har Craig Lord vísir á ymiskar løgnar hendingar viðvíkjandi doping í svimjing í seinastuni. 19 ára gamli Maxim Shcherbakov úr Russlandi fekk herfyri 1 ára karantenu fyri í 8 mánaðir at ikki fortelja WADA hvar hann var. Spanski Rafael Munoz fekk hinvegin ongan straff, tí at hann skal hava verið ‘psykologiskt óstabilur’, hóast tað tríggjar ferðir ikki var eydnast dopingfólkunum hjá WADA at finna hann … fyri síðani at gerast evropameistari nakrar mánaðir seinni.
Continue reading Er nakað skil á WADA ?