So er samlaði úrslitalistin komin frá Bank Nordik stevnuni í Vági, umframt GR- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Suðuroyar Svimjifelag vann so syngjandi kappingina um at vinna flest heiðurmerki, nevniliga 28 gull, 11 silvur og 8 bronsu. HS varð nummar 2 við 6 gull, 11 silvur og 16 bronsu, og FS nummar 3 við 3 gull, 12 silvur og 4 bronsu. Pál Joensen vann flest heiðursmerki yvirhøvur, 11 gull í 11 kappingum, meðan Tanja Skaalum eisini úr Suðuroyar Svimjifelag vann flest hjá kvinnum, 6 gull í 6 kappingum. Pál Joensen setti føroyskt met í 100 bringu, Tanja Skaalum juniormet í 200 frí, og Magnus Jákupsson juniormet í 200 blandað.
Continue reading Úrslit og hagtøl frá SuSvim-stevnuni 27. – 28. nov. 2010
Úrslit frá SuSvim-stevnuni í dag
Viðfestur er úrslitalistin frá kapping 15 til 26 á Bank Nordik stevnuni í Vági í dag. Til nú hava tey sett 1 føroyskt met og 2 juniormet har suðuri, umframt at í øllum førum Jonna B. Thomsen vann sær silvurnál við stjørnu við tíðini 2:10.74 sum fyrsta genta í 4 x 200 frí stafettini hjá Fuglafjarðar Svimjifelag.
Magnus 2:10.51 og juniormet í 200 blandað
Beta-alanine betrar um sprint-evnini
Sum Alex Hutchinson sigur tað her á Sweat Science, so eri eg ikki tann stóri fan av kosttilskot til betring av ‘performance’. Men nýggj gransking bendir altso á, at beta-alanine betrar um anaeroba kraft og harvið sprintevni, serliga í ítróttargreinum sum taka millum 60 sekund og 10 minuttir. Sambært Hutchinson í tí ógvuliga eksklusiva klassanum av kosttilskotum sum til dømis koffein og kreatin, har tað er verulig tung vísind aftanfyri pástandin.
Continue reading Beta-alanine betrar um sprint-evnini
Pál Joensen 1:03.99 og nýtt føroyskt met í 100 bringu
Pál Joensen setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 100 metra bringusvimjing, við tíðini 1:03.99 har tað nú fyrrverandi metið hjá honum var 1:05.50. Altso ein flott forbedring við meira enn 1½ sekundi, í mun til metið sum hann setti á Oyggjaleikum á Álandi í 2009. Í samrøðuni niðanfyri tosi eg við Hestoy, sum var staddur í høllini.
Testin eydnaðist OK
Eg royndi sum ætlað at ringja til Jón Bjarnason her beint áðrenn kappingarnar byrjaðu aftur í Vági, og fekk í samrøðuni her nakrar viðmerkingar frá honum um sjúku millum svimjarar og um metið hjá Tanju. Síðani hendi so tað, at ‘fat finger’ Rókur her ikki dugir nóg væl við Skype, og tí kom til at sløkkja fyri allari samrøðuni, og harvið eisini fyri iPadio stream, heldur enn at bara fáa Jón úr samrøðuni. Hartil høvdu LEN eftir øllum at døma flutt 1500 metra finaluna, so at tað var ov seint at kommentera hana, men í prinsippinum riggar tað altso 🙂
Svimjing.com testar stream av telefonsamrøðu í dag
Bartal og eg hava seinastu vikuna testað ymiskar loysnir til at fáa ‘streama’ telefonsamrøður, til at víðka um tænastuna her á www.svimjing.com. Vit fara tí í dag frá klokkan 15:45 at royna eina loysn alment á www.svimjing.com/live, har eg fyrst fari at royna at ringja til Jón Bjarnason í Vági, og vit síðani í felag fara at fylgja við og kommentera 1500 metra finaluna á EM í Eindhoven beinleiðis á www.svimjing.com/live.
Continue reading Svimjing.com testar stream av telefonsamrøðu í dag
Verður Stopkotte knúskaður nú sum hevnd ?
Amerikanskir miðlar hava seinastu vikurnar skrivað um hvussu svimjivenjarin Ken Stopkotte er meldaður til løgregluna fyri “felony theft”. Nú skrivar Tony Austin á scaq.blogspot.com, at hetta er maðurin sum í sínari tíð setti seg í samband við seg um tá byrjandi sex-gøluna í USA Swimming, og sum síðani vegna avdúking á ABS News 20/20 hevur fingið eina rúgvu av fíggindum í amerikanska svimjiheiminum. Austin sigur seg hava fingið skjøl frá ónevndari keldu sum benda á, at Stopkotte ikki hevur ætlað sær hesa hallarleigu sjálvur, og at ónevnda keldan lovar meira tilfar í næstu viku. “The anon source did drop a bomb that I am too chicken to print. They say I will be getting more details next week. “
Les (nógv) meira í tí fylgjandi …
Continue reading Verður Stopkotte knúskaður nú sum hevnd ?
Úrslit frá SuSvim-stevnuni í morgun
Viðfest eru úrslit frá kapping 1 til 14 á Bank Nordik stevnuni í Vági í morgun. Tey byrja aftur seinnapartin, við upphiting klokkan 15:00 og kapping klokkan 16:00.
Tanja 2:09.04 og juniormet í 200 frí
Vit frætta nú úr svimjihylinum í Vági, at Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag hevur sett nýtt føroyskur juniormet í 200 frí, við tíðini 2:09.04. Cecilia Eysturdal úr Ægir átti metið á 2:09.46, frá Meistarastevnuni fyri Ung í vár.
Eitt megnarbragd hjá ungu Tanju, sum her setur juniormet hóast hon fyrst um gott eitt ár fer at hava veruligan junioraldur, og tá hevur tvey ár í junioraldrinum. Um vit skulu samanbera við ynskiligt støði hjá okkara bestu svimjarum í hasum aldri, so setti SSF kravtíð til NJM nú í desember at vera 2:14.84 til yngra juniorárgangin, og 2:11.13 til eldra. Hon er altso meira enn 2 sekund skjótari enn harðastu kravtíð, og upp í móti 6 sekund skjótari enn lættaru; men samstundis ov ung til at kunna luttaka á NJM.
Stórt til lukku til Tanju og Suðuroyar Svimjifelag !