Magnus 2:04.82 og føroyskt met í 200 rygg

Magnus Jákupsson setti í morgun nýtt føroyskt met í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hann á norðurlendsku meistarastevnuni í Kastrup svam teinin uppá 2:04.82, har metið hjá honum frá føroyameistarastevnuni í vár var 2:04.99. Tíðin er sjálvsagt eisini nýtt juniormet, nú hann hevur aldur til tess. Sí úrslitalistan her.



Tíverri rakk tað akkurát ikki til heiðursmerkið sum hann lá til at vinna, við tað at íslendski Kolbeinn Hrafnkelsson betraði seg frá 2:06.83 upp á 2:03.50, so at Magnus gjørdist nummar 4 heldur enn 3. Men báðir hesir eru nóg ungir til at kunna luttaka aftur næsta ár, og kunnu tí taka tann spurningin upp aftur tá.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.