TV 2 Sporten hevði í kvøld eitt innslag við Pál Joensen, har útsendi fjølmiðlamaðurin og svimjiserfrøðingurin Michael Stærke lýsti Pál at vera “et af verdens største svømmetalenter”. Danski OL elitusjefurin Jesper Frigast Larsen greiðir her í sendingin frá hvussu tað ber til at Pál kann luttaka fyri Danmark til OL og annars fyri Føroyar í altjóða svimjing, og rósar eisini Páli við at siga at “for det første betyder det en medaljechance for kongeriget. Pál sjálvur sigur at málið fyrst og fremst er at koma í finaluna, har alt kann henda um hann kemur so langt, og at hann annars er glaður fyri á hendan hátt at fáa møguleika at kunna luttaka á OL.
TV2 vitjar Pál Joensen
Sum tit kunnu lesa her á Portalinum, so eru sjónvarpsfólk frá TV2 í hesum døgum í Føroyum, at vitja Pál Joensen. Talan er um fólk frá ítróttarsendingini “Lige På og Sport“, sum vilja síggja venjingarumstøðurnar hjá honum, og hoyra um ætlanirnar fram til Olympisku Leikir í London í 2012. Portalurin veit at siga at Pál hartil eftir ætlanini verður at síggja í sendingini TV2 News í kvøld, umframt í ítróttarsendingini leygardagin. Her úr svimjiheiminum kunnu vit heilsa, at tað eftir ætlan verða eisini onnur áhugaverd fólk at hoyra, sum hava ávirkan á umstøðurnar hjá Páli.
Úrslit frá Reystastevnuni 2011
So eru úrslitalistarnir komnir frá Reystastevnuni í Leirvík, leygardagin. Suðuroyar Svimjifelag vann sum nevnt allar kappingar, og so klárt flestu heiðursmerki: 16 gull, 8 silvur og 4 bronsu. Havnar Svimjifelag vann næstflest við 7 silvurheiðursmerkjum og 1 bronsu. Reysti vann triðflest við 1 silvur og 8 bronsu, og FS vann fjórflest við 2 bronsu. Sí annars viðfestu úrslitalistar.
[Mynd av facebook-síðuni hjá SuSvim. Liðið hjá teimum í Leirvík minus Jacek]
Adlington vitjar skúlabørn í Epsom
Tvífaldi OL gullvinnarin Rebecca Adlington vitjaði herfyri í Epsom, har 20 heldigir skúlanæmingar sluppu at venja undir hennara umsjón. Jú, her er eitt sindur nógv British Gas reklama yvir tað heila, men svimjigleðin smæðist tó ikki púrasta burtur.
Týskland og Bretland bresta saman aftur hin 5. februar
Landsdystur verður millum Týskland og Bretland nú 5. og 6. februar 2011, í Essen í Týsklandi. Í fjør vann Bretland so ruddiliga dystin við 207 stigum ímóti 109; men í ár ætla týskarar at klára seg betur, millum annað við luttøku av Britta Steffen og Paul Biedermann. Lesið her á Speed Endurance.
Redditch vil hita hylin við líkbrenning
Redditch Borough Council í Worcestershire hevur sambært MailOnline funnið ein heldur ørvísi máta at spara pengar, nú orkuprísirnir hækka samstundis sum tað er fíggjarkreppa. Tey ætla nevniliga at hita hylin í Abbey Stadium Sports Centre við at brúka yvirskotshita frá líkbrenningarstøðini nærhendis, og vænta harvið at spara eini 14.500 bretsk pund ella umleið 127.000 krónur um árið. Summi halda at hugskotið er bæði sjúkt og óhugnaligt, at skula svimja í einum hyli sum er upphitaður av teirra kæru sum júst eru farin. Men council leader Carole Gandy heldur fast uppá at tað sparir pengar og ger tað sama fyri tey sum brúka líkbrenningarstøðina, og heldur annars:
I do recognise some people might not like it, but if they don’t they don’t have to use our crematorium.
Svimjarar kunnu betra seg við at trena andadráttin
Granskarar á University of Buffalo hava ávíst at svimjarar kunnu svimja væl longri við somu høgu ferð, um tey miðvíst venja vøddarnar sum anda. Granskarnir viðganga at tað ljóðar løgið, men siga at tað er tí at um vøddarnir sum anda verða móðir, so ‘stjala’ teir blóð og oxygen frá teimum sum flyta armar og bein, so at hesir ikki fáa arbeitt. Sí swimming.about.com.
Lundgren said that training the breathing muscles to improve the performance of swimming muscles seems counter-intuitive, but is logical physiologically. “Typically, we think it’s the muscles that move the body that are fatigued when we tire,” he noted. “However, the increased work load of the breathing muscles is very important, particularly underwater during prolonged or high intensity exercise such as swimming. As shown by other studies, when breathing muscles become fatigued, the body switches to survival mode and “steals” blood flow and oxygen away from the locomotor muscles and redirects it to the respiratory muscles to enable the diver to continue breathing. Deprived of oxygen and fuel, the locomotor muscles become fatigued. Increasing the strength and endurance of the respiratory muscles prevents their fatigue during sustained exercise, enabling divers and swimmers to sustain their effort longer without tiring,” Lundgren said.
Continue reading Svimjarar kunnu betra seg við at trena andadráttin
Holstebro bjóðar svimjarum sínum hjálp við skúlatingunum
Holstebro Elitesport skrivar her at tey hava sett 19 ára gomlu Sif Bernstoff Lehmann at hjálpa svimjarum í Holstebro Svømmeklub við skúlatingunum. Talentini venja upp til 25 tímar um vikuna, og felagið heldur tí at tey hava tørv á at brúka bíðitíðina millum svimjing og skúla betur, so at skúlatingini ikki verða tað seinasta tey gera áðrenn songartíð. Tí hava tey stovnað eina ‘lektiecafé’ at verða mánadag og hósdag frá kl 14:30 til 16:30, í hølunum hjá svimjifelagnum í Badeland. Fyribils sum ein roynd fram til páskir.
SuSvim vann alt í Leirvík
Svimjistevna var sum kunnug í Leirvík í gjár, har Reysti skipaði fyri kapping millum okkara yngru aldursbólkar. Tíverri hendi okkurt tekniskt brek, sum viðførdi at tey ikki hava kunnað sent úrslitalistan út enn; men vit frætta tó at Suðuroyar Svimjifelag vann allar 16 kappingar, hjá bæði dreingjum og gentum, umframt ‘mix’ liðsvimjingina fyri dreingir og gentur. Tað er rættiliga serstakt, og kanska eindømi.
USA hevur úttikið sítt lið til Shanghai 2011
Amerikanska svimjisambandið fráboðar her á usaswimming.org, at tey hava tikið út 42 svimjarar til HM á langgeil í Shanghai í summar, íroknað Michael Phelps og Ryan Lochte. Onnur kend nøvd eru til dømis Natalie Coughlin, Rebecca Soni, Amanda Beard, Jason Lezak, Dana Vollmer, Tyler Clary, Eric Shanteau og Ariana Kukors, men størsti innanhýsis spenningur er óivað um tær tvær ferðir tá ið Phelps og Lochte stoyta saman, í 200 frí og 200 blandað. Yvirlit yvir liðið sæst her, við upplisting av hvat ið tey skulu svimja.