“Gold Medal Mel” vísir her á bloggu síni á hesa video, har vit síggja Ryan Lochte venja ‘sirkulvenjing’ við og uttan (tungar) vektir. Mín viðmerking: Hetta eru ikki akkurát somu umstøður sum her í Føroyum.
SuSvim føroyskt met í 4×200 frí
Teir fýra Pál Joensen, Jón Hofgaard, Sofus Bech og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag settu í dag føroyskt met í 4×200 metra frísvimjing, við tíðini 7:55.70 har føroyska metið hjá Havnar Svimjifelag frá Ægir stevnu í oktober var 7:59.62. Vit frætta at tað gongur væl har suðuri, við tíðum sum prógva at svimjarar um alt landið taka seg saman til at klára seg væl eisini á longru teinunum.
Sullivan hevur nú (eisini) brotið hælin
Avstralski stórsprintarin Eamon Sullivan er at rokna gjørdur úr porselen, nú hann hevur brotið mjødnina einar tvær ferðir, og annað eisini. Tað nýggjasta er at hann á venjingarlegu herfyri fekk ilt í hælin, fyri síðani eftir røntgen at fáa staðfest, at hann (hælurin) var brotin. Lesið her á swimnews.com.
DARPA uppfunnið besta (og løgnasta) svimjitól
DARPA er granskingarmiðstøðin hjá amerikansku verjuni, sum millum annað eigur æruna í at internetið er til (við tað at tey uppfunnu undirstøðukervið sum ger at teldurnar kunnu tosa saman). Nú hava tey so eisini uppfunnið eitt tól til at kunna svimja meira orkusparandi enn nakrantíð fyrr …. samstundis sum man sær ORDILIGA løgin út. Funnið her.
Svimjing er eisini venjing fyri heilan
Éitt er at svimjarar ofta jonglera við fleiri tal-uppgávum í senn; til dømis at telja armtøk millum andingar samstundis sum tey telja longdir, minnast til splitt-tíðir og rokna út puls, meðan tey allatíð telja saman hvussu langt tey hava svomið tilsamans. Men nú vísir tað seg at sjálvt tann ‘heiladeyði’ parturin stimbrar heilan, tá ið man bara svimur og svimur eitt langt strekki. Tað heldur í øllum førum Terry Laughlin her á bloggu síni, við støði í gransking av hvussu meditatión kann betra um heilafunkurnar … serliga tá talan er um ‘moving meditatión’, har heilin fær eyka luft og sukur tí at kroppurin er í gongd, samstundis sum man ‘bara’ meira ella minni mediterar, følir eftir hvussu andadráttur og teknikkur er, og ikki hugsar um annað enn tað sum hendir beint nú.
Tey kalla tað ‘mindfullness’, sum kann venjast á landi eisinii t.d. við hesari video …
Tunesiska svimjisambandið stormað
Tað hevur sum kunnugt verið so mikið ófriðarligt í Tunesia í seinastuni, at tann nú fyrrverandi forsetin at enda mátti rýma, og tey nú eru í ferð við at umskipa stjórnina. Ófriðurin røkkur eftir øllum at døma líka út í ítróttarsambondini, har hølini hjá tunesiska svimjisambandinum nú vórðu stormað og hersett, av millum øðrum foreldrini hjá tunesiska OL-gullvinnaranum og heimsmeistaranum Oussama Mellouli. Forsetin í svimjisambandinum er sjálvsagt ógvuliga fortørnaður, og stúrir fyri at arkivini hjá svimjisambandinum verða oyðiløgd. Lesið her á SwimNews.com.
Innbjóðing til HS stevnu 5. februar 2011
HS kapping fyri bólk 1 til 4 verður 5. februar 2011 í Svimjihøllini í Gundadali. Tilmeldingar skulu sendast Svend Åge Seloy á mail – saseloy[kurla]gmail.com – í seinasta lagi mikudagin 2. februar kl. 20. Tað verður møguligt at keypa heitan mat í døgurðasteðginum. Kostnaðurin er kr. 50,-/stk. Talið á teimum sum ynskja sær ein døgurðabita skal mailast Jákupi – jja[kurla]lm.fo – í seinasta lagi mikukvøldið kl. 20. Gjaldast kann við korti á staðnum ella flytast á kontu hjá HS. Kappingin endar uml. kl. 15, soleiðis at suðringarnir hava møguleika fyri at náa bátin suður kl. 16. Upphitingin fyrrapartin byrjar kl. 08.30
Video av fyrsta ‘grab’ starti nakrantíð
Mel Stewart vísir her á bloggu síni á fyrsta ‘grab start’ nakrantíð – tvs. fyrstu ferð nakar fann uppá at bukka seg heilt niður at taka í startskammilin, til at fáa betri start. Tað er David Edgar frá Tennesse swimming sum á NCAA meistarastevnuni í 1971 roynir nýggja háttin at starta, og sami Edgar sum seinni vinnur á sjálvum Mark Spitz í 50 yard frí finaluni.
Pál størri enn Premier League á Portal.fo
Tær báðar søgurnar “TV2 vitjar Pál Joensen” og “Pál skal tryggja Danmark OL gull” hava haft fleiri vitjanir enn onnur ítrottartíðindir á portal.fo hesar seinastu dagarnar. Á grafinum her síggja vit hvussu nógvir lesarir hava klikkað seg á tíðindini tað fyrsta døgnið eftir tey eru løgd út á portal.fo.
Continue reading Pál størri enn Premier League á Portal.fo
Sievinen ítróttarstjóri í finska svimjisambandinum
Finska Svimjisambandið hevur sambært www.simma.nu sett Jani Sievenen sum ‘sportssjef’ frá 1. februar at rokna, ið merkir at hann fær ábyrgd fyri ítróttarligu menningina av finskum landsliðssvimjarum frá yngstu aldursbólkum og upp, umframt sonevnda “Team UNICEF”. Hartil er Jari Varjonen settur sum venjari hjá juniorsvimjarunum. Sievinen er fleirfaldur heimsmeistari og evropameistari í blandaðari svimjing á langgeil og stuttgeil, umframt silvurvinnari í 200 blandað á OL í Atlanta í 1996. Hann er eisini ein av teimum fáu sum hevur fingið eina svimjirørslu uppkallaða eftir sær, nevniliga sokallaðu “Sievinen-vendingina”, frá rygg til bringu í blandaðari svimjing.