Miðlarnir eru ikki heilt blíðir við Ian Thorpe, nú hann hevur valt at byrja aftur. Á avstralska Wide World of Sports biður Steve Hitstirrer Thorpe um at siga sum er, at tað er gingist honum illa í fíggjarkreppuni, og at hann tí ger hetta til at tjena pengar. Á SwimNews vísir Craig Lord til kritisk ‘tweet’ sum spyrja, um Thorpe svimur fyri Avstralia ella Virgin Blue, nú tað var so átroðkandi at fáa nevnt á pressufundinum at Thorpe fer til Abu Dhabi at venja, við fyrsta flogfari á nýstovnaðu leiðini hjá sponsori hansara Virgin Blue.
Continue reading Roynir Thorpe bara at vinna (meira) pengar ?
USA broytir sínar mannagongdir runt havsvimjing
Amerikanska svimjisambandið hevði sum kunnugt ikki nakran venjara við Sameindu Arabisku Emiratini, tá ið Fran Crippen druknaði har í World Cup kapping innanfyri ein mola í Fujairah nær Dubai. Hetta vilja tey broyta nú, men hava ikki orku til at senda venjarar til allar tær havsvimjingar runt heimin sum amerikumenn luttaka í. Tey fokusera tí uppá at senda venjara við til ávísar kappingar, nú íroknað allar World Cup kappingar.
Continue reading USA broytir sínar mannagongdir runt havsvimjing
Kappast móti Phelps í Xbox spælinum “Push the Limit”
Michael Phelps roynir seg nú sum stjørna eisini í telduspæli, tá ið “Push the Limit” kemur út til Xbox 360 við Kinect í juni mánaða í ár. Spælararnir standa upprættir og gera svimjirørslur við ørmunum, og svimja so skjótari tess rættari teknikkurin er. Beinini telja ikki við. Phelps sjálvur sigur at kravdi armtaksteknikkurin er ógvuliga realistiskur: “It’s extremely realistic. If you had asked me five years ago if I ever thought I would have a video game coming out with swimming in it, I’m not sure what I would have said. I would never ever have thought it would be like it is. It is cool and fun.”. Lesið her á USA Today.
Frank Busch nýggjur høvuðslandsliðsvenjari hjá USA
Amerikanska svimjisambandið hevur sett Frank Busch sum nýggjan “national team director, eftir at Mark Schubert varð uppsagdur fyri 2½ mánaðum síðani. Busch hevur verið høvuðsvenjari hjá University of Arizona í eini 24 ár, og var hjálparlandsliðsvenjari hjá USA á OL í Athen 2004 og Beijing 2008. Lesið her á USA Today.
Ian Thorpe ger ‘comeback’
28 ára gamli Ian Thorpe hevur í nátt boðað frá á einum tíðindafundi í Sydney, at hann svimur seriøst aftur og ætlar at luttaka í OL 2012 í 100 frí og 200 frí stafettunum og møguliga eisini í einstaklingakappingum. 400 frí nær hann neyvan at luttaka í, men í staðin hevur hann vant sum ein sprintari.
Úrslit frá SuSvim-stevnuni 29. – 30. januar 2011
Viðfest eru úrslitini frá BankNordik-stevnuni í Vági, farna vikuskiftið. Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag mest, 17 gull, 8 silvur og 9 bronsu. Havnar Svimjifelag vann næstflest 8 gull, 15 silvur og 11 bronsu, meðan FLOT vann triðflest 5 gull og 2 silvur. Mest vinnandi svimjari var Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag við 8 gullheiðursmerkjum, meðan Birita Debes úr FLOT vann mest hjá kvinnunum, 5 gull og 2 silvur. SuSvim menn settu sum kunnugt føroyskt met í 4×200 frí, og hartil setti Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag eftir øllum at døma føroyskt juniormet í 100 blandað, við tíðini 1:07.56, har metið hjá Biritu Debes frá X-mas kappingini í desember var 1:07.59.
Lars Sørensen gevst eftir OL 2012
Danska svimjisambandið skrivar í tíðindaskrivi um sína úrvalsætlan, at luttøka og úrslit á Olympisku Leikum eru varðarnir, og ultimativa málið fyri úrvalsarbeiði. Í hesum sambandi avdúka tey nú, at sportschef Lars Sørensen gevst eftir OL 2012, eftir egnum ynski:
Det er aftalt med Lars Sørensen, at han efter OL 2012 fratræder. Et helt og holdent eget ønske fra Lars. Lars ønsker nye udfordringer herefter i sit arbejdsliv. Bestyrelsen havde gerne set, at Lars fortsatte sit arbejde for dansk elitesvømning, men respekterer, at der efter 10 års målrettet og succesfuldt arbejde skal være mulighed for at prøve nye og andre udfordringer. Det er aftalt, at Lars primært skal sikre dansk elitesvømning succes frem mod OL 2012. Han skal samtidig lægge en betydelig arbejdsindsats som faglig sparringspartner for Dansk Svømmeunions bestyrelse og Team Danmark i processen frem mod tilrettelæggelsen af Eliteplan 2016.
Danska svimjisambandið sendir 20 svimjarar á hæddarlegu í Meksiko
Dansk Svømmeunion satsar nú stórt, við at senda heilar 20 svimjarar á 3 vikur langa hæddarlegu í Meksiko. Hartil eru 3 aðrir danskar á undan-hæddarlegu í Leadville í Rocky Mountains í USA, har tey venja heilt uppi í 3000 metrar hædd, í mun til eftirfylgjandi venjingarleguna í 2000 metra hædd í Meksiko. Úrvalsdeildin hjá dønum metir venjing í hæddunum sum ein av orsøkunum til núverandi framgongd og altjóða succés hjá dønum. Hartil senda tey 11 ungar juniorar á venjingarlegu (í vanligari hædd) á Mallorca, alt til at fáa lagt eitt gott venjingarstøði. Og tá hava tey longu verið á venjingarlegu í Slovenia, har tey óku á skíðum. Lesið her á svoem.dk.
Continue reading Danska svimjisambandið sendir 20 svimjarar á hæddarlegu í Meksiko
Firvaldavenjing við Scottsdale Aquatic Club
Høvuðsvenjari Kevin Zacher greiðir her frá eini røð av teknikk-øvilsum í stigum, til at fáa firvaldasvimjingina at verða flatari. Tey høvdu trupulleikar við at svimjarar svumu firvald ov nógv upp og niður, og tí hesa røð til at fáa tey at hugsa meira fram ígjøgnum hylin.
Norskir úrvalssvimjarar átala væntandi svimjiførleika hjá skúlabørnum
Norskar kanningar hava staðfest, at yvir 50 prosent av børnum í 5. skúlaflokki ikki duga at svimja 200 metrar. Norska verjan hevur eisini staðfest at færri og færri ungdómar duga at svimja, og tí krevja úrvalssvimjarar sum Alexander Dale Oen og Gard Kvale nú, at politikarar annaðhvørt seta í verk átøk til at læra norðmenn at svimja, ella taka uppá seg at fólk drukna. Sí NRK.no.
Det er en veldig stor risiko å ta. Da må politikerne stå for det, hvis de synes det er ok å ha det på sin kappe
Continue reading Norskir úrvalssvimjarar átala væntandi svimjiførleika hjá skúlabørnum