Ian Thorpe ger ‘comeback’

28 ára gamli Ian Thorpe hevur í nátt boðað frá á einum tíðindafundi í Sydney, at hann svimur seriøst aftur og ætlar at luttaka í OL 2012 í 100 frí og 200 frí stafettunum og møguliga eisini í einstaklingakappingum. 400 frí nær hann neyvan at luttaka í, men í staðin hevur hann vant sum ein sprintari.



Síðan september í fjør hevur Thorpe vant loyniliga í 8 hyljum. Hann vil ikki siga, hvussu skjótt hann svimur í løtuni, men sigur, at hann svimur skjótari enn tá hann byrjaði. Teknikkurin er har enn. Tað vil siga, at tøkini órógva ikki vatnið, sum hann málber seg. Eisini hevur hann tapt seg 5 kg, men manglar at tapa seg 5 kg aftrat fyri at náa ideal vektin. Hann sleppur ikki at kappast fyrr enn í november 2011, men venjarin, Leigh Nugent, fer at testa Thorpe í simuleraðar kappingum. Teir fara annars at venja fyri tað mesta í Abu Dhabi og Evropa, millum annað fyri at halda seg burtur frá fjølmiðlunum í Avstralia.

Videobrot á abc.net.au

Sjálvur orkar Thorpe ikki fyri at tosa við fjølmiðlar, sum í stóran mun er orsøkin hví hann gavst í 2006. Men nú er hugurin at kappast nóg stórur til at tosa við fjølmiðlafólk aftur. Spurdur um hvønn hann sær sum sín størsta kappingarneyta, svarar Thorpe, at tað er hann sjálvur.

Thorpe er nervøsur um, at hann satsar, tað hann kallar eina perfekta karrieru, uppá at møguliga tapa og skuffa. Men hann heldur, at pressið fer at motivera hann undir venjing. Thorpe sigur, at fólk vænta nógv av honum og tað ger hann eisini sjálvur.

Fleiri av fjølmiðlafólkunum spurdu, hvussu hann sær sínar møguleikar í tekstil buksum. Til hetta vísti hann á, at hann tók heimsmet bæði í vanligum svimjibuksum og í heildrakt, so tað er ikki nakað hann stúrir fyri.

Videobrot á theage.com.au

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.