Úrslit frá HS stevnuni 5. februar 2011

Viðfest eru úrslit frá svimjistevnuni í Havn í dag. Samlaða úrslitið varð at Suðuroyar Svimjifelag vann flestu heiðursmerki, 40 gull, 31 silvur og 13 bronsu. Havnar Svimjifelag vann næstflest 23 gull, 19 silvur og 13 bronsu, og Ægir vann triðflest 16 gull, 16 silvur og 21 bronsu. Mest vinnandi svimjarin var Húni Vestergaard úr Suðuroyar Svimjifelag sum vann 8 gull og 4 silvur, meðan mest vinnandi gentan var Lív E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag sum vann 7 gull, 1 silvur.
Continue reading Úrslit frá HS stevnuni 5. februar 2011

Thorpe-fepurin heldur áfram

SwimNews.com skrivar her um hvussu brasilski Cielo, týski Biedermann, franski Agnel, koreanski Park og amerikanski Phelps allir síggja fram til at kunna kappast ímóti Thorpe. Á Speed Endurance Swimming Blog verða Phelps, Biedermann, avstralsk svimjing og svimjing sum heild skýrd sum vinnarar av hesum ‘comeback’, meðan Ryan Lochte, Milorad Cavic, éin avstralskur svimjari og kvinnusvimjing sum heild verður mett at gerast taparar, ið á OL í London fara at standa í skugganum av stórhendingunum Thorpe vs Phelps vs Biedermann, og 4×100 frí hjá monnum.

Ian Thorpe

Photo courtesy of mtlin, cc by-nc-nd
Continue reading Thorpe-fepurin heldur áfram

Team Danmark lanserað sína egnu sjónvarpsrás á netinum

Team Danmark ætlar við www.on-sport.dk at fáa smærru (úrvals-)ítróttargreinarnar meira í fokus, við videoinnsløgum frá venjing og kapping, við facebook-síðu og við ‘live’ innsløgum eisini. Her niðanfyri eru tað Lotte Friis og Rikke Møller Pedersen sum greiða frá prinsippunum aftanfyri hæddarlegur, stutt áðrenn fráferð til Meksiko.

100.000 hávar sæddir út fyri strondina í Florida

Piloturin Steve Irwin fleyg umleið 100 yards frá strondini í Palm Beach, tá ið hann sá hesa sjónina. Tók sína iPhone 4 fram og byrjaði at filma, meðan hann fleyg umleið 128 km/t. Hvør prikkur er éin hávur, og tey meta at har eru umleið 100.000, í økinum har ein maður varð dripin av hávi í fjør. Lesið her á technorati.com.


Continue reading 100.000 hávar sæddir út fyri strondina í Florida

Video av tá ið Birita vann gull á NJM 2010

Petur Heðin á Fløtti tók hesa video á NJM í Kastrup í desember 2010, tá ið Birita Debes sum fyrsta føroyska kvinna nakrantíð vann gull á Norðurlendskari JuniorMeistarastevnu. Har eru aðrar góðari videoir á rásini www.youtube.com/user/phf1971, frá tá ið Cecilia Eysturdal svam 200 frí, Heðin L. Olsen 50 frí, og annað.

Dale Oen breyt mjødnina í heyst

Aftenposten.no avdúkar nú, at pínan sum Alexander Dale Oen stríddist við í november og desember, skyldaðist at hann hevði fingið troyttheitsbrot í mjødnini. Hetta var skaðin sum millum annað merkti, at hann ikki fekk svomið nakað á World Cup í Stokkhólmi, hóast hann var møttur upp og tilmeldaður og alt. Men sjálvur heldur Dale Oen at tað hevur gjørt hann til ein betri svimjara, við tað at tað hevur givið honum tíð at fokusera fult uppá teknikkin.

DSC01474

[Alex saman við føroyska landsliðnum í Stokkhólmi í november]