Er Touretski nýggi venjarin hjá Thorpe ?

Avstralski Ian Thorpe er eitt so mikið stórt navn í svimjing, at eitt dokumentarlið fylgdi við honum til Abu Dhabi, tá ið hann fyri minni enn einum mánaða síðani offisielt byrjaði aftur, at dokumentera hesa stórhending. Hann hevur tó ikki viljað sagt hvør venjarin var, og gitt hevur tí verið at tað var kanska russiski Gennadij Touretski, niðurlendski Jacco Verhaeren, ella avstralski Bill Sweetenham. Nú gitir SwimNews tó at tað er Touretski, við tað at Thorpe ætlar at flyta til Sveits at venja, har Touretski er høvuðsvenjari á venjingardeplinum í Locarno. Touretski var venjari hjá Alexander Popov, gullvinnari í 50 og 100 frí á OL í 1992 og 1996, umframt hjá avstralskt/polska Michael Klim.

Ryan Lochte yvirraskar nakrar ungar svimjarar

Amerikanska svimjistjørnan Ryan Lochte kløkkaði herfyri nøkur børn har yviri, við at møta upp til venjingina hjá teimum, hoppa útí og geva teimum venjing, og hava gávur við til teirra. Her er vist nokk eitt sindur av ‘product placement’ krógvað í videoini, umframt lítið innlit í hansara ‘crib’. Gotta love his comment: “I just want other kids to know that I’m a normal person.”

Havsvimjari burturblivin í USA

53 ára gamli Jim Repeta ætlaði at svimja umleið 3 kilometrar frá Scripps Pier til La Jolla Shores í Kalifornia, men kom ongantíð fram. U.S. Coast Guard leitaði leygarkvøld til sunnudag seinnapart, men hevur nú valt at gevast við leitingini, grundað á aldur á manninum, sjóhita og metingini av hvussu leingi hann hevur kunnað yvirlivað í vatninum. Lesið her á LaJollaPatch.

Kitajima er í super form aftur

Tað er eitt sindur síðani at vit hava hoyrt nakað serligt frá japanska Kosuke Kitajima, sum vann gull í 100 og 200 metra bringusvimjing á OL í 2004 og 2008. Aðrir bringusvimjarar eru komnir fram, har til dømis Naoya Tomita setti japanskt met í 200 metra bringusvimjing á HM í Dubai í 2010, við tíðini 2:03.12. Men nú svaraði 1.78 metra høgi japanin aftur, á japansku stutthyljameistarastevnuni í Tokyo um vikuskiftið, við at vinna og seta japanskt met í øllum bringugreinum, við tíðini 26.68 í 50 bringu, 57.34 í 100 bringu, og 2:02.95 í 200 bringu. Lesið her og her á SwimmingWorld Magazine.

The Race Club um ymisku sløgini av frísvimjing

Gary Hall Senior greiðir her í videoini frá tvey høvuðssløg av frísvimjing, nevniliga ‘hip driven’ og ‘shoulder driven’, umframt nakrar variatiónir. Tað fyrra krevur sterkt beinspark og hevur lægri frekvens, av tí at svimjarin røkkur langt fram í byrjanini av hvørjum taki, meðan tað seinna er títtari og meira beint niður í sjálvt takið. Imponerandi annars at hesin 59 ára gamli maðurin vísir teknikkirnar sjálvur, við einum kroppi sum mangur 30 ára gamalur man misunna honum.

Jákup lopin út sum skoytuprinsessa

Breaking news á hs.fo: “Kl 14.00 fóru vit heimanífrá yvir í skoytihøllina. Øll funnu sær skoytur, goldu og fóru beinaleið út á banan. Tað var ein varlig byrjan hjá teimum flestu, men Jákup leyp út í tað sum ein verulig skoytiprinsessa. Hann dugdi bæði at leypa og bakka og snúra runt á einum beini. Hann var tó kanska eitt sindur ov ivrigur og skoyatði beint inn í ein lítlan drong, sum fór um koll og Jákup loftaði honum, men ístaðin fyri at sleppa aftur, tók Jákup ræðslusligna drongin undir armin og skoytaði víðari. Síðani lovaði Jákup skelkaða dronginum aftur til mammu sína. “

Pauli vs Tessner (1)

Teir báðir Pauli Ø. Mohr og (venjarin) Christian Tessner brúktu eina løtu á Akureyri til at vita hvør sum er skjótastur yvir 25 metrar. Tað gjørdist ógvuliga tætt, kanska bara ein spurningur um hvør sum var minst rakaður. Tí eisini “(1)” her í yvirskriftini, tí at eg sterkt gangi út í frá at taparin krevur rematch.

Bretar forbjóða svimjibrillum í skúlasvimjingini

The Telegraph skrivar her at bretska Oxfordshire County Council nú hevur bannað svimjibrillum í skúlasvimjingini, vegna vandan fyri at tær kunnu smekka ov fast aftur í andlitið á barninum. Tey siga at hetta er í samsvar við leiðireglunum í ítróttarsambondum, og Leicestershire County Council gjørdi tað sama í fjør, umframt Hertfordshire County Council. Men foreldur halda tað vera tápuligt, tí at tað tá pínur óneyðugt í eygunum, og tí at tað tá tekur gleðina burtur at kunna síggja undir vatni.

DSC_0297