Luttakaralisti til EM U23 í Dublin

Her eru luttakaralistarnir til EM U23 sum verður í Dublin í Írlandi nú fríggjadagin hin 11. til sunnudagin hin 13. august 2023, við luttøku av eisini fýra føroyskum svimjarum. Sí eisini len.eu

Føroyska landsliðið til EM U23. Atli Vestergård eigur myndina

Continue reading Luttakaralisti til EM U23 í Dublin

Søgulig heimsmet fallin á HM 2023

Nú vit eru komin væl á leið við HM 2023 í Fukuoka, er eingin ivi um at hetta verður eitt av teimum søguligu. Longu fyrsta dagin ruku trý heimsmet, íroknað tað elsta yvirhøvur frá 2008, sum hartil var tað síðsta hjá Michael Phelps, og so nú í gjár tað elsta hjá kvinnum sum Federica Pellegrini átti frá HM í Róm í 2009.

400 blandað menn – Michael Phelps átti metið á 4:03.84 frá OL í Beijing í 2008

400 frí kvinnur – Summer McIntosh átti heimsmetið á 3:56.08 frá í vár

200 frí kvinnur – Federica Pellegrini átti metið á 1:52.98 frá HM í Róm í 2009

Hartil settu avstralsku kvinnurnar heimsmet í 4×100 frí, fyrsta finalukvøldið

Altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagurin 2023

25. apríl er altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagur, sambært yvirlýsingini hjá Sameindu Tjóðir frá 2021. Tíverri hava vit ikki havt tíð og orku til at varpa ljós á hendan dagin í ár sum í fjør, men er boðskaðurin enn hin sami: Tað kann henda fyri øll, so hav sum tað allarminsta altíð onkran við tær, har vandi er fyri at drukna.

https://www.druknifyribyrging.fo/, umframt átakssíðurnar hjá altjóða lívbjargingarsambandinum ILS, og hjá WHO

Startlistar til HM 2023

So er tað longu í morgin, at kappsvimjingin á langgeil byrjar á HeimsMeistarastevnuni 2023, her í Fukuoka í Japan. Úr Føroyum eru luttakararnir Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag og Líggjas Joensen (2008) úr Ægir, harav Líggjas nú í morgin skal royna seg í 400 metra frísvimjing.

Continue reading Startlistar til HM 2023

Ein super endi á Oyggjaleikum 2023

Okkara 10 svimjarar hava verið óførir, hesar fýra dagarnar á Oyggjaleikum 2023. Heili 26 heiðursmerki varð tað til, og eitt ótal av finaluplássum, har tey í heilum svumu niður ímóti og betri enn sínar bestu tíðir nakrantíð.

Svimjarar og venjarar á Oyggjaleikum 2023. Sabina Poulsen eigur myndina
Continue reading Ein super endi á Oyggjaleikum 2023

OK fjórði morgun á Oyggjaleikum 2023

Tey hava nú avgreitt síðstu innleiðandi riðlar á svimjistevnuni á Guernsey 2023, og gekk tað aftur heilt ókey hjá okkara svimjarum.

  • í 100 blandað fyri kvinnur varð Lea O. Højsted (2008, Ægir) nr 9 við 1:09.36, sum merkir at hon er ikki í finalu í kvøld, uttan so at 3 aðrar melda avboð. Besta tíð hjá henni er 1:07.67 frá FMS 2022
  • í 400 frí fyri menn svumu Heini M. Askham (2006, Ægir) og Líggjas Joensen (2008, Ægir) seg víðari til finalu, við ávikavist 2. bestu tíð 4:03.91 og 3. bestu 4:04.86. Hetta var persónligt met hjá Heina, í mun til 4:05.75 frá Ægir Open í februar, meðan besta tíð hjá Líggjasi er 4:02.05 frá Atlantic Open í apríl
  • í 200 firvald fyri kvinnur svam Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) seg víðari til finalu, við 2. bestu tíð 2:23.47. Besta tíð hjá henni er 2:21.45 frá Atlantic Open 2023
  • í 100 frí fyri kvinnur svam Alisa Vestergård (2003, SuSvim) seg víðari til finalu, við 3. bestu tíð 59.01. Besta tíð hj´a henni er 57.27 frá FMS 2022
  • í 50 frí fyri menn svam Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) seg víðari til finalu, við 4. bestu tíð 23.88. Besta tíð hjá Bartali er 23.78 frá Swedish Swim Games í 2021
  • í 50 rygg fyri kvinnur svam Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) seg víðari til finalu, við 2. bestu ti´ð 29.24. Besta tíð hjá henni er 28.63 frá Swedish Swim Games í 2021
  • í 200 bringu fyri menn svumu Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) og Róland Toftum (1998, SuSvim) seg víðari til finalu, við ávikavist 3. bestu tíð 2:22.46 og 6. bestu 2:25.66. Hetta var persónligt met hjá Bartali, í mun til 2:24.26 frá NM 2018, meðan besta tíð hjá Rólandi er 2:17.55 frá FMS 2017
  • í 800 frí fyri kvinnur er Eyðrið Mortensen (2003, HS) beinleiðis víðari til skjótasta riðil í kvøld, vegna sína tilmeldingartíð
  • í 4×100 frí fyri menn eru okkara víðari til finalu, við næstbestu tíð 3:32.37. Føroyska metið er 3:26.08, frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019
  • í 4×100 blandað fyri kvinnur eru okkara víðari til finalu, við næstbestu tíð 4:26.81. Føroyska landsliðsmetið er 4:15.73, frá Oyggjaleikum á Gotlandi í 2017

Góðkent triðja kvøld á Oyggjaleikum 2023

Væl vitandi, at vit plaga at vera pressaði triðja dag á Oyggjaleikum, so kláraðu okkara svimjarar seg faktiskt framúr, við flottum persónligum metum og 6 heiðursmerkjum afturat til rúgvuna á nú 3 gull, 8 silvur og 7 bronsur tilsamans.

  • Kvinnur 400 frí – Eyðrið Mortensen (2003, HS) 4:20.41 og silvur. Besta tíð hj´a henni áðrenn í dag, var 4:26.24 frá Atlantic Open í 2019
  • Menn 100 bringu – Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 51.09 og bronsu. Besta tíð hjá honum áðrenn í dag, var 51.52 frá HMS 2021
  • Kvinnur 50 frí – Alisa Vestergård (2003, SuSvim) 26.70 og bronsu. Besta tíð hjá henni yvirhøvur, er 26.46 frá Ægir Open í februar
  • Kvinnur 200 rygg – Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 2:12.38 og gull. Besta tíð hj´a henni áðrenn í dag, var 2:14.17 frá Swedish Swim Games í 2021
  • Menn 800 frí – Líggjas Joensen (2008, Ægir) 8:17.63 og silvur, Heini M. Askham (2006, Ægir) 8:21.19 og bronsu. Besta tíð hjá Líggjasi áðrenn hetta, var 8:19.16 frá Atlantic Open í apríl, og hjá Heina 8:33.53 frá Ægir Open í februar
  • Kvinnur 4×100 frí – Føroyar 3:54.63 og nr 4. Føroyska landsliðsmetið er 3:51.66, frá Oyggjaleikum á Gotlandi í 2017
  • Menn 4×100 blandað – Føroyar 3:50.11 og nr 4. Føroyska landsliðsmetið er 3:49.22, frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019

Fínur triði morgun á Oyggjaleikum 2023

So er triði morgun avgreiddur á Oyggjaleikum 2023 á Guernsey, og gekk tað aftur rættiliga væl hjá føroysku svimjarunum. 8 finalupláss varð tað til, íroknað tey bæði hjá Líggjasi og Heina sum eru vegna góðar tilmeldingartíðir.

  • í 400 frí fyri kvinnur er Eyðrið Mortensen víðari til finalu, við triðbestu tíð av øllum
  • í 100 bringu fyri kvinnur er Lea O. Højsted akkurát ikki víðari til finalu, so har krevur tað avboð, um hon skal kunna koma í finaluna
  • í 100 frí fyri menn er Bartal E. Eidesgaard víðari til finalu, við triðbestu tíð av øllum
  • í 50 frí fyri kvinnur er Alisa Vestergård víðari til finalu, við triðbestu tíð av øllum
  • í 50 firvald fyri menn vórðu Isak Brisenfeldt og Róland Toftum nr 8 og 9, og eru teir tí ikki víðari til finalu, uttan so at 2-3 melda avboð
  • í 200 rygg fyri kvinnur er Elisabeth Erlendsdóttir víðari til finalu, við næstbestu tíð av øllum
  • í 800 frí fyri menn eru Líggjas Joensen og Heini M. Askham beinleiðis víðari til skjótasta riðil, vegna sínar tilmeldingartíðir
  • í 4×100 frí fyri kvinnur eru okkara víðari til finalu, við fjórbestu tíð av øllum
  • í 4×100 blandað fyri menn eru okkara víðari til finalu, við triðbestu tíð av øllum