Stroyming frá HM 2023

HeimsMeistarastevnan 2023 byrjar nú fríggjadagin hin 14. juli í Fukuoka í Japan, har sjálv svimjistevnan er frá 23. til 29. juli. Altjóða svimjisambandið skrivar her um hvussu vit kunnu fylgja við úr Føroyum, ið stutt sagt er annaðhvørt umvegis danska TV2, ella á stroymingartænastuni All Aquatics.

yvirlit yvir kappingarnar her, úr Føroyum luttaka Elisabeth Erlendsdóttir og Líggjas Joensen í kappsvimjing

Góður næsti dagur eisini á Oyggjaleikum 2023

So er næsti dagur avgreiddur hjá svimjihópinum á Oyggjaleikum 2023, og gekk tað bara heilt væl hjá okkara svimjarum. Tey svimja upp ímóti og betri enn sínar bestu tíðir, og vunnu í kvøld 1 gull, 4 silvur og 1 bronsu afturat heiðursmerkjunum frá í gjár, so at vit til nú hava vunnið 2 gull, 6 silvur og 4 bronsur í svimjingini. Og hartil setti Elisabeth Erlendsdóttir oyggjaleikamet í 100 rygg.

Føroyskir heiðursmerkjavinnarar 2. dag á Oyggjaleikum. Sabina Poulsen eigur myndina
Continue reading Góður næsti dagur eisini á Oyggjaleikum 2023

Fínur næsti morgun á Oyggjaleikum 2023

Okkara svimjarar eru týðiligvís væl fyri, nú á Oyggjaleikum 2023. Rættiliga nógv persónlig met, og rættiliga nógv finalupláss eisini, bæði fyrsta og næsta morgun.

Í morgun varð tað til eini 13 finalupláss, um eg telji rætt

Ein góður fyrsti dagur á Oyggjaleikum 2023

So fór hesin fyrsti kappingardagurin afturum, á svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2023 á Guernsey, og gekk tað heilt væl hjá okkara svimjarum. Tilsamans 6 heiðursmerki varð tað til – 1 gull, 2 silvur og 3 bronsur – umframt at Isak Brisenfeldt setti stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing.

Continue reading Ein góður fyrsti dagur á Oyggjaleikum 2023

Góður fyrsti morgun á Oyggjaleikum 2023

Tey hava nú avgreitt fyrsta stevnupart á Oyggjaleikum 2023, og gekk tað heilt væl hjá okkara svimjarum. Tilsamans eiga vit 12 pláss í finalunum í kvøld:

Finalurnar byrja kl 18:00 í kvøld, Guernsey og føroyska tíð, við fínari ókeypis stroyming her á boxcast.tv

Føroysk úrslit á NMU 2023

So er Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2023 liðugt avgreitt, sum var í Jönköping í Svøríki. Tað gekk væl hjá okkara svimjarum – Bjarta setti tvey persónlig met og Róa fýra, og hartil svam Róa seg til silvurnál við stjørnu, umframt at hon endaði beint uttanfyri heiðursmerkini í 400 frí.

Føroyski NMU-hópurin í Jönköping. Johan Martin Thorsteinsson eigur myndina
Continue reading Føroysk úrslit á NMU 2023