Hetta vikuskiftið luttekur Andrass Thomsen úr Havnar Svimjifelag á Nordic Open Masters 2023, sum danska svimjisambandið skipar fyri í Bellahøj Svømmestadion í Keypmannahavn. Í øllum førum ein annar føroyingar luttekur eisini – nevniliga Emma Festirstein Nyström, sum hevur sínar røtur í Havnar Svimjifelag, men sum her umboðar danska felagið KU Svømning og Vandpolo.
Innbjóðing til Ægir Open 21. og 22. oktober 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnuna Ægir Open, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin 21. og sunnudagin 22. oktober 2023.

HS-stevnan á Argjum 23. september fyribils avlýst, møguliga útsett
Havnar Svimjifelag boðar frá, at svimjistevnan sum skuldi verða á Argjum nú leygardagin hin 23. september, fyribils má avlýsast vegna tekniskar trupulleikar. Tey arbeiða við at møguliga hava hesa stevnu í staðin hin 7. oktober.

Rakul útbúgvin yvirdómari
Rakul í Lágabø tók nú í vikuskiftinum prógv sum yvirdómari, aftaná í tveimum umførum at hava verið á yvirdómaraskeiði í Danmark. Hetta var yvirbygningur á dómaraskeiðið sum skipað varð fyri í Føroyum í fjør. Her er felagsmynd frá skeiðnum í Vejle.

Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum 23. september 2023
Her er innbjóðing til svimjistevnu fyri okkara yngstu aldursbólkar hin 23. september 2023, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í svimjihøllini á Argjum. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo

Innbjóðing til HS Open 30. sep – 1. okt. 2023
Her er innbjóðingin til svimjistevnuna HS Open sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, hin 30. september og 1. oktober 2023. Tilmeldingin er á data.tempus.fo

Svimjing um Vánna á Sjómannadegnum 2023
Ægir skipaði í gjár fyri svimjing um vánna í Klaksvík, sum partur av Sjómannadegnum 2023. Tilsamans vóru tey 10 sum svumu um Vánna, hesuferð, harav Jonna Joensen og Heini M. Askham vunnu hvør sína fína snildtelefon.

Dan og Katja døma á EM U23 í Dublin
Út yvir svimjilandsliðið hjá okkum, so hevur SSF eisini sent tveir av okkara altjóða dómarum til EM U23, eins og vit fyrr í summar sendu ein til EJM í Beograd, at hjálpa til og taka til sín. Talan er um tey trý ið eru altjóða dómarar hjá okkum, Rúni Gaardbo til Beograd og so nú Dan Hjelm og Katja Lervig til Dublin.

Trý persónlig met, fyrsta dag á EM U23 í Dublin
Tey eru liðug við fyrsta stevnupart á EM U23, og gekk tað bara heilt væl hjá okkara svimjarum. Tríggir av okkara fýra svimjarum royndu seg hendan fyrsta dagin, og varð tað til eitt persónligt met til hvønn av teimum.
- í 200 frí svam Bartal E. Eidesgaard (2003) úr HS 1:57.97 og Heini M. Askham (2006) úr Ægir 1:59.79. Tíðin hjá Heina var persónligt met
- í 50 bringu svam Bartal E. Eidesgaard (2003) úr HS 30.00, sum var persónligt met
- í 1500 frí svam Líggjas Joensen (2008) úr Ægir 16:36.12, sum var persónlig met

Stroyming frá EM U23 í Dublin
Evropeiska svimjisambandið hevur nú fingið sær sína egnu YouTube-rás, ið millum annað fer at verða brúkt til at stroyma frá EM U23 í Dublin. Ætlanin er at stroyma bæði frá innleiðandi riðlum og finalum. Startlistar og úrslit fara at síggjast her
Dagur 1 – Fríggjadagur 11. august 2023 – Innleiðandi frá kl 09:30