Um góða viku byrjar HeimsMeistarastevnan í kappsvimjing á langgeil 2023, sum í ár verður í Fukuoka í Japan, við luttøku av eisini tveimum føroyskum svimjarum. Fyribils luttakaralistarnir síggjast nú her á heimasíðuni hjá altjóða svimjisambandinum
Tey sum luttaka fyri Føroyar, eru Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag og Líggjas Joensen (2008) úr Ægir. Føroysku tilmeldingarnar eru hesar:
- Sunnudag 23. juli – Líggjas 400 frí
- Týsdag 25. juli – Líggjas 800 frí
- Mikudag 26. juli – Elisabeth 50 rygg
- Fríggjadag 28. juli – Elisabeth 200 rygg
Áðrenn vit koma til kappsvimjingina í svimjihyli, so verða eisini hinir vatnítróttirnir avgreiddir, sum hoyra undir hendan altjóða felagsskap. Við byrjan í gjár, har kappast verður í vippulopi og listasvimjing, og har stórsligna setanin verður ‘live á YouTube‘ frá kl 12, føroyska tíð.
Sí skránna her á worldaquatics.com
HM 2023 verður at síggja beinleiðis á stroymingartænastuni All Aquatics
Føroyska ferðaliðið ferðast niður nú leygarkvøldið og so víðari til Japan sunnudagin, at koma fram mánadagin. Har er sum skilst sera ringt veður á leiðini har Fukuoka er, við regni sum ongantíð fyrr.