Hetta vikuskiftið luttekur Andrass Thomsen úr Havnar Svimjifelag á Nordic Open Masters 2023, sum danska svimjisambandið skipar fyri í Bellahøj Svømmestadion í Keypmannahavn. Í øllum førum ein annar føroyingar luttekur eisini – nevniliga Emma Festirstein Nyström, sum hevur sínar røtur í Havnar Svimjifelag, men sum her umboðar danska felagið KU Svømning og Vandpolo.
Danska svimjisambandið sigur frá stórari luttøku á hesi stevnu, har tey verða yvir 400 svimjarar úr 91 feløgum og 18 londum, sum fara at luttaka hesar báðar dagarnar í Bellahøj. Her er tað serliga vertsfelagið sum fær rós, fyri at hava arbeitt miðvíst til at fáa luttøkuna at verða so góða sum hon nú er.
Øll stevnan verður stroymað her á YouTube, meðan luttakaralistar og úrslit fara at síggjast her á Swimify og her á Livetiming.dk