LIVE-síðan við at vera klár til Oyggjaleikir 2011

Sjokeraður yvir at føroysku miðlarnir ikki varpaðu beinleiðis frá hálvum maratoni í morgun, eri eg nú farin undir at savna saman tað tilfar sum eg yvirhøvur dugi at finna, á www.svimjing.com/live. Sjálvsagt við fokus á svimjing her, og við AMÍ-stevnuni afturat, sum hevur sín síðsta dag í dag. Skiftið yvir á Isle of Wight Radio, tit sum í hesum døgum ikki tíma at lurta eftir bandaðum horntónleiki 🙂



Video streaming by Ustream

Yvirlit yvir føroysku úrslitini á AMÍ 2011

Nú tók eg meg saman til at gera hatta lovaða yvirlitið, yvir úrslitum og heiðursmerkjum á AMÍ 2011. Tey høvdu vunnið eini 15 heiðursmerki tilsamans tl og við í gjár – 5 gull, 6 silvur og 4 bronsu – nokk so væl býtt so at Óli úr HS vann gull í 200 frí, Eyðbjørn úr SuSvim í 400 frí, og stafettirnar við gentum og dreingjum úr øllum luttakandi feløgum tey síðstu 3 gullheiðursmerkini.

Victoria W, Kristina Elin oa á AMÍ 2011
Continue reading Yvirlit yvir føroysku úrslitini á AMÍ 2011

Føroyingarnir koyra á víðari á AMÍ 2011

Skilji eftir práti við Dan har yviri í Íslandi, at føroyingarnir hava nokk so ringt við at venja seg við at svimja undir teirra uttandura umstøðum, har vatnið er ríkiliga heitt men luftin køld. Tey hava tí torført við at svimja upp til sínar bestu tíðir, men læra tó eina rúgvu, og klára seg eisini avbera væl ímóti íslendingunum.

ami2011-4x100blanda-2
Continue reading Føroyingarnir koyra á víðari á AMÍ 2011

Lív vann Jóansøkusvimjingina 2011

Lív E. Eidesgaard11-ára gamla Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag var tann sum varð skjótast av øllum havsvimjarum á Jóansøkusvimjingini 2011, tá ið hon í gjárkvøldið svam teir umleið 870 metrarnar (pluss ein sjálvvaldan boga) uppá umleið 14 minuttir.

Aksel Haraldsen venjari hjá rørslusvimjarunum í Havn svam beinari men seinari, og misti tí á stokkinum, til einans at verða skjótastur av monnum. Onnur vunnu vist nokk eisini – eg forsømdi at fáa ein úrslitalista heimvið, og veit tí ikki heilt hvat og hvørjar tíðirnar vóru.

(Nakrar útvaldar myndir frá havsvimjingini og øðrum tiltøkum á Jóansøku)
Continue reading Lív vann Jóansøkusvimjingina 2011

Fleiri heiðursmerki fríggjadag á AMÍ 2011

Hóast tað tykist sum um føroyingarnir hava torført við at liva upp til sínar bestu tíðir, so gongur tað væl á Akureyri, við hasum gullinum til Óla og onnur heiðursmerki afturat. Eg hyggi gjøgnum startlistan nú, og royni at lista upp her niðanfyri. Serliga stafettirnar settu seg í respekt, við at svimja skjótast í sínum aldursbólkum bæði hjá dreingjum og gentum, og hava eykastafettina hjá gentum eisini í topp-fimm.

IMG_5038
Continue reading Fleiri heiðursmerki fríggjadag á AMÍ 2011

Gull til Óla á AMÍ

Óli Mortensen megnaði í dag at seta føroyskt met vinna gull í 200 metra frísvimjing, á AMÍ á Akureyri. Victoria Eysturdal vann silvur í somu grein og Victoria Biskopstø bronsu. dekningurin her á svimjing.com er og verður eitt sindur so sum so í dag, av tí at redaktiónin er til havsvimjing á Joansøku, øll sum hon er.

IMG_5043

Lotte Friis skiftir felag, verður fyrsti danski svimjari við fulltíðarsáttmála

Lotte Friis hevur sent SwimNews.dk eitt tíðindaskriv, har hon sigur at hon í morgin fer at kunngera at hon skiftir felag, og verður fyrsti danski svimjari við fulltíðarsáttmála.

Jeg vil gerne blive i svømningen, men det er klart jeg må tænke alternativt ift. at få økonomi og fremtidig professionel karriere til at hænge sammen. Med denne kontrakt får jeg nogle nye muligheder, som kan understøtte mig i min karriere – og med dette skridt håber jeg, at jeg kan være med til at åbne nogle muligheder for andre svømmere i Danmark.