Hóast tey høvdu ferðast í næstan eitt døgn, og ikki vóru meira enn komin til Akureyrar tá ið tey skuldu møta í hylinum, so megnaðu føroyingarnir beinan vegin at seta seg í respekt.
Svimjararnir komnir fram til kapping á AMÍ 2011
So eru føroyingarnir komnir upp á pláss á Akureyrum, og fara beint í holtur við kappingina. Beinleiðis úrslit verða at síggja her, har til dømis Victoria W. Eysturdal hevur næstbestu tilmeldingartíð í 800 frí, og Eyðbjørn, Óli og Alvi verða styrkismettir sum nummar 1, 2 og 3 í 1500 frí.
[Mynd sum Alvi Hjelm tók í bussinum á veg yvir]
Ryan Lochte krasjaði á skutara inn í liðfelaga í morgun
The Daily Reezy veit at siga at Ryan Lochte í morgun rendi við skutara inn í ein liðfelaga úr Florida Gators. Marco Loughran mátti á sjúkrahús við innvortis skaða, men er vist nokk ókey. Lochte smekkaði knæið í, men er eisini mest sannlíkt OK.
Jóansøkusvimjing í morgin 24. juni 2011
IOW-miðlar klárir við forritum til fartelefonir
Fyriskipararnir av Oyggjaleikum á Isle of Wight kunngera her, at IW County Press hevur lagt út eina serliga heimasíðu við sniði til fartelefonir, iPad og líknandi, har alt møguligt frá Oyggjaleikum verður lagt út leypandi. Heiðursmerki, met, skaðar, tíðindi. Og IW Radio hevur eina iPad og iPad app her á iTunes, til tey sum eiga sovorðið.
13 svimjarar til AMÍ 2011
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Nú seinnapartin 22. juni fóru 13 ungir svimjarar við Norrønu til Íslands, at fyrst kappast á Aldursflokkameistaramót Íslands á Akureyri 23. til 26. juni 2011, og síðani venja. Talan er um svimjarar úr flestu feløgum, sum vórðu úttiknir eftir føroyameistarastevnuni í mai mánaða, at umboða Føroyar á hesi árligu meistarastevnuni fyri svimjarar undir íslendskan senioraldur.
Subirats 1 ára dopingdóm vegna forsømilsi í ‘whereabouts’
Albert Subirats úr Venezuela er dømdur 1 ára karantenu av FINA, tí at hann tríggjar ferðir innanfyri eitt 18 mánaðar tíðarskeið ikki fortaldi teimum rættstundis, hvar ið hann var. Subirats er ikki hvør sum helst, men heimsmeistari í 50 firvald og silvurvinnari í 100 firvald frá HM í Dubai í 2010.
Subirats verjir seg við at hann sendi alt tað neyðuga til svimjisambandið í Venezuela, sum so forsømdi at senda tað víðari rættstundis. Hann vísti teldupost, enntá teldupost har hann stúrir fyri at svimjisambandið skal koma til at forsøma tað.
Les meira her á theswimmerscircle.com.
Nógvar góðar vónir til Oyggjaleikir í ár
Caymanian Compass skrivaði í gjár at at teirra svimjarar plaga at klára seg væl á Oyggjaleikum, og at liðið sum fer nú man fara at halda tað støðið (“is bound to maintain that standard”). Har eru tað serliga Lara Butler og Joel Combough sum hava møguleika at koma á heiðursmerkjaskamlarnar, meðan hetlendingar seta sítt álit á Felix Gifford, Amy Harper og Andrea Strachan. Forrestin ein super mynd av øllum oyggjaleikaliðnum hjá hetlendingum sum heild, pá tvørs av ítróttargreinar, sum The Shetland Times hevur á heimasíðuni í dag.
Skráin fyri FINA World Cup 2011 er klár
FINA kunngjørdi í dag skránna fyri World Cup 2011, við byrjan í Dubai hin 7. – 8. oktober, og enda í Tokyo hin 12. – 13. november. Tær fyri okkum føroyingar mest áhugaverdu stevnur eru óivað Stockholm hin 15. – 16. oktober, Moskva hin 18. – 19. oktober og Berlin hin 22. – 23. oktober. Les SwimNews.com.
Continue reading Skráin fyri FINA World Cup 2011 er klár
So eru tað Oyggjaleikir 2011
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Í næstu viku verða 14. Oyggjaleikir hildnir á Isle of Wight, við luttøku av 14 føroyskum svimjarum. Tvær ferðir hevur svimjilandsliðið vunnið leikirnar, seinast so mikið dyggiliga at Føroyar eisini vunnu leikirnar sum heild. Hesuferð er liðið í stóran mun skift út, og kappingin harðnað frá serliga Guernsey, men tó so standa Føroyar enn til at vinna flest heiðursmerki.