Nógv heiðursmerki á AMÍ 2011

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Føroysku svimjararnir vunnu tilsamans 9 gull, 9 silvur og 6 bronsuheiðursmerki á AldursflokkaMót Íslands á Akureyri um vikuskiftið, hóast teir fyri størsta partin hoyrdu til yngru svimjararnar í hvørjum aldursbólki, og høvdu torført við at venja seg við at kappast uttandura í 6 til 12 gradirs hita.

AMÍ 2011 Heroes
Continue reading Nógv heiðursmerki á AMÍ 2011

AMÍ-svimjararnir gjørdu bart í skjótu stafettunum

Okkara lið snøgt sagt flongdu íslendingar í kvøld, tá ið bæði betra gentustafettin og dreingjastafettin vunnu 4×50 frí við einum 3-4 sekundum í part aftur til tey sum gjørdust íslendskir aldursbólkameistarar. Harvið er AMÍ 2011 avgreitt, við einum 9 gullmerkjum, 9 silvur og 6 bronsu til føroyingar, hóast okkara fyri stóran mun hoyrdu til yngra árgangin av tveimum í hvørjum aldursbólki.

Cool ella bara kaldir ?
Continue reading AMÍ-svimjararnir gjørdu bart í skjótu stafettunum

Góð úrslit eisini síðsta kvøld á AMÍ 2011

Tak meg ikki í tí, men tað virkar sum um at føroysku svimjararnir fingu krammið á hasum uttandurahylinum, her ímóti endanum. Nógvar góðar betringar í síðsta parti av stevnuni, silvur til Óla Mortensen úr Havnar Svimjifelag í 400 frí, og gull og bronsu til Kristinu Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag og Bjørk Svabo Róadóttir í 100 rygg. Nú eru bara úrslitini frá síðstu stafettunum eftir at fáa, men skurðurin er góður, eini 7 gull, 6 silvur og 9 bronsu til føroyingarnar, í kapping við bestu javngomlu íslendingum.

ami2011-kristina-elin

Myndir og video av Oyggjaleikum

Jon Hestoy hevur funnið internet á Isle of Wight, og fer tí regluliga at senda heim myndir og video frá leikunum, sum vit so sjálvsagt leggja út her sum skjótast. Her á Flickr er eitt serligt myndasavn til endamálið, sum vælsagtans fer at vaksa við tíðina, meðan video fer á www.youtube.com/svimjing