Pauli 28.87 og føroyskt met í 50 bringu, 2/100 frá EM-kravtíð

Pauli Øssursson MohrTað er mær fortalt nú at Pauli Ø. Mohr eisini setti føroyskt met á HS-stevnuni í gjár, við frálíku tíðini 28.87, einans 2 hundraðpartar frá kravtíðini til EM í Debrecen. Hann átti sjálvur føroyska metið á 29.08 frá HS-stevnu í apríl í fjør, so nú eigur hann hartil heiðurin at vera fyrsti føroyingur undir 29 sekund í 50 metra bringusvimjing.

Orsaka seinkingina … dótturin varð fermd í gjár, so vit hava verið rættiliga upptikin 🙂

Pauli 29.08 og føroyskt met í 50 bringu

Pauli Øssursson Mohr megnaði júst nú at seta føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, við tíðini 29.08 har metið hjá Páli Joensen frá SuSvim stevnu í mars mánaða var 29.42. Pauli hevur harvið eisini klárað kravtíð til Oyggjaleikir við tíð klárt skjótari enn gulltíðin á Álandi, har Ian Black vann við 29.31, og Pál varð nummar tvey við 29.72. Pauli hevur seinasta árið svomið fyri Havnar Svimjifelag, men er sum kunnugt úr Fuglafirði. Sí úrslit.

Pauli og Øssur