Turið S. Christiansen ætlar sær undir 5:07 í morgun, men satsar ikki uppá at koma undir 5 minuttir. Tað er nokk gott tað sama, tí tá er stadigvekk langt niður til Neves.
Pauli um teir 100 bringu í morgun
Pauli Ø. Mohr greiðir her frá innleiðandi 100 metra bringusvimjing í morgun, har hann ætlaði sær at svimja 1:06 – 1:07, men endaði á 1:10, uttanfyri finaluna.
Magnus um teir 50 rygg í morgun
Magnus Jákupsson tosar her um hvussu tað gekst í innleiðandi 50 rygg í morgun, og um hvat hann ætlar sær í kvøld.
Hesin lívbjargarin hevur gott nokk úr at gera
Spurningurin er um hann sum Hestoy sigur bíðar eftir at onkur úrvalssvimjari skal koma í neyð, ella um hann er settur at halda eygu við eini stúvstappandi fullari høll :-S
Christian hevur góðar vónir
Høvuðsvenjarin hjá Havnar Svimjifelag hevur góðar vónir. 31 gull og 31 silvur … haldi tað er meira enn vit hava tilmeldingar til 🙂
Dugir tú at úttala Cayman, altso ordiliga ?
Loove the accent … Pál, tú kemur ikki heim fyrr enn tú dugir at siga kayMaan !! 🙂
Hestoy prátar við Tanju
Jon Hestoy og Tanja Skaalum tosa um ball í Royn-høllini og vónunum fyri Oyggjaleikir. Ljóðar sum um at tað onkuntíð lønar seg at vera svimjari.
Genturnar hugleiða
Hestoy pressar nakrar samrøður ígjøgnum her, einaferð í gjár ella fyrradagin. Klassa-sitat: “Tú kanst gott siga ‘noy’ og koma beint út á svimjing.com við hesum her … tú kanst bestemma teg um tú sigur ‘noy’ ella nakað fornuftigt”. Tíverri gekk tað ikki hjá Evu sum hon ætlaði, men latum okkum krossa fingrar fyri restini.
So er svimjingin byrjað á Oyggjaleikum
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Tað gekk gott nokk upp og niður á Oyggjaleikastevnuni í svimjing í morgun, nú føroyingarnir skuldu royna seg fyri fyrstu ferð. Onkur misti brillurnar og reyk út úr finaluni, og onnur spardu seg so mikið at tey mundu heldur ikki komið víðari. Kappingin vísir seg at vera sera hørð, men saman um tikið gekk tað tó so mikið væl, at vit enn eiga boð uppá væntaðu heiðursmerki, og svimjarar í øllum 11 finalum í kvøld.
Skjótari enn Pál í 200 frí
Handskin er kastaður ! 😀