Eitt sindur gruggut og myrkt at hyggja at, men tó so allir neyðugir vinklar, og ljóðið er ógvuliga gott.
Pál og Magnus (og Frans) víðari til finalu í kvøld
Tað gekk umleið sum ætlað, hjá føroyingunum á Danish Open í morgun. Fyrsti maðurin í hylin var Magnus Jákupsson, sum við 27.22 kvalifiseraði seg trygt til hálvfinaluna í 50 rygg, seinnapartin, sum næstskjótasti av øllum, rættiliga nær føroyska metinum 26.76. Síðani svam Pál Joensen seg í finaluna í 400 frí, við tíð 3:56.61 beint aftanfyri Anders Lie á 3:56.13 og frammanfyri Mads Glæsner á 3:56.82, allir vælsagtans uttan at spíla seg út. Og Frans Johannesen kom eisini í finaluna í 400 frí, við 4:04.85 og fimtapláss. Hann fyri Danmark heldur enn Føroyar, tí hann býr og er uppvaksin í Esbjerg, men eg haldi at eg nevni hann bara frameftir allíkavæl, við tað at hann í so nógvum øðrum førum hevði verið mettur sum 100% ‘føroyingur búsitandi í Danmark’, sum barn av føroyskum foreldrum.
At enda skuldi Magnus royna seg í 200 blandað, men her varð hann kolldømdur fyri 1 hond í vending í skiftinum millum firvald og rygg. Vit frætta úr Danmark at tíðin var góð, undir 2:09 og allarhelst føroyskt met, um altso hann ikki varð kolldømdur.
Finalurnar byrja klokkan 16:30 føroyska tíð, og verða at síggja her á dr.dk (um altso vit sleppa at síggja sjonvarpingina higani úr Føroyum). Vit hava savna mest viðkomandi leinki á www.svimjing.com/live, har eitt yvirlit yvir føroysku luttøkuna eisini leypandi verður dagført.
Tórshavnar Kommuna fyrireikar 50 metra svimjihyl (!)
Mentamálanevndin í Tórshavnar Býráð hevur einmælt samtykt at fara undir eina svimjihøll við 50 metra hyli, sigur nevndarformaðurin Jógvan Arge. Nevndin samtykti at játta 500.000 krónur í 2012 til fyrstu fyrireikingarnar av høllinum, har ein kommunal bygginevnd í fyrsta umfari skal útvega byggiskrá og kostnaðarmeting. Støða er ikki tikin til var høllin skal byggjast; men Havnar Svimjifelag hevur av sínum eintingum víst á møguleikan at byggja hana við núverandi svimjihøll í Gundadali, og hetta uppskot verður nú partur av grundarlagnum fyri víðari arbeiðnum. Les meira her á Vágaportalinum.
Úr fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2012 (s. 103)
Sett verður í gongd arbeiði at fyrireika nýggjan 50 metra svimjihøll, sum lýkur altjóða krøv
og sum nøktar samlaða tørvin á svimjing bæði hjá íðkarum og almenninginum. Settar eru 5
mió kr. av til endamálið í 2012.
Pál og Magnus á OL-úttøkustevnu um vikuskiftið
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Nú um vikuskiftið fara Pál Joensen og Magnus Jákupsson at luttaka á Danish Open í Bellahøj, sum er úttøkustevnan hjá dønum til Olympisku Leikir í summar, og til EM á langgeil í vár. Pál hevur sum kunnugt longu klárað kravtíð til OL við sínum fjórðaplássi í 1500 frí á HM í Shanghai í fjør, men skal tó staðfesta sítt pláss á OL-liðnum aftur nú, til at vera vísur í at sleppa við til London.
Continue reading Pál og Magnus á OL-úttøkustevnu um vikuskiftið
Rikke Møller Pedersen stríðist við brotnum rivjabeini
SwimNews.dk hevur hesi ‘breaking news’, at danska Rikke Møller Pedersen hevur fingið staðfest eitt troyttheitsbrot í einum rivjabeini, nú beint áðrenn OL-úttøkustevnuna Danish Open. Hon hevur klárað kravtíð til OL, men skal eftir røttum eisini svimja eina eitt sindur lakari ‘stabilitets-tíð’ nú, til at garantera sær pláss á OL-liðnum. Og tað er tí sera óheppi um hon nú er úti úr Danish Open, sum skrivað verður á SwimNews.dk. Rikke tykist tó at vera við rímiliga gott mót, at hon man kunna fáa dispensatión við tað at hon longu hevur klárað kravtíðina, og vit frætta samstundis úr Danmark, at hon liggur og svimur í hylinum í Bellahøj.
50 firvald fyri masters á SuSvim-stevnuni 17. mars 2012
Vit vóru fýra gubbar sum hættu okkum undir 50 firvald á master-stevnuni í Vági, leygarkvøldið: Jón Bjarnason, Jon Hestoy, Heri Mortensen og so eg. Um eg skal siga tað sjálvur, so sær tað ikki heilt so spakuligt út sum tað var ! 🙂
Og forrestin – fyri at tryggja at hendan søguliga løtan varð varðveitt, so vóru báður døturnar í sving, Annika við nýggjasta fototólið í hasi videoini omanfyri, og Joan Kristina við tí eitt sindur eldri (men vatntætta) videokameranum her niðriundir.
3-2 hin 8. mars 2012 um hæddarvenjing í Sierra Nevada
“3-2” spurdi Pál og Jón hvussu gekst við hæddarvenjingini í Spania og Suðurafrika.
James “The Missile” Magnussen 47.10 í 100 frí
Tað var líka við at verða heimsmet, tá ið avstralski James Magnussen í dag vann 100 frí á avstralsku meistarastevnuni í Adelaide. Hann snøgt sagt smurdi hinar av, við tíðini 47.10 frammanfyri næsta manni James Robertsá 47.63, ið tó eisini kvalifiseraði seg til OL við næstbestu tíð í heiminum í ár. ‘Tekstil-heimsmet’ til Magnussen, 0.39 sekund frá tí sum hann setti í Shanghai, og nú einans 0.17 sekund frá heimsmetinum hjá Cielo.
Úrslit frá SuSvim-stevnuni 17. og 18. mars 2012
Viðfestur er úrslitalisti og -fílur frá BankNordik-stevnuni í Vági í gjár og í dag, fyri allar svimjarar og so masters eisini. Úrslitið var at Havnar Svimjifelag vann mest, 18 gull, 12 silvur og 7 bronsu, meðan SuSvim vann næstmest og Ægir triðmest. Millum allar svimjararnar vóru tey trý sum vunnu flest heiðursmerki, Poula Ø. Mohr og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag, við 4 gull, 1 silvur og 1 bronsu í part. Millum masters vóru Heri Mortensen og Anita R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag stóru heiðursmerkjaslúkarnir, við hvør sínum 3 gull í 3 kappingum.

Continue reading Úrslit frá SuSvim-stevnuni 17. og 18. mars 2012
Ian Thorpe kom ikki víðari í 100 frí
Ian Thorpe kom ikki víðari frá innleiðandi í 100 frí, og sostatt brast síðsta vónin hjá honum at luttaka í London í summar. Tíðin hjá Thorpe, 50.35, rak bert til eitt 21. pláss, 20/100 sekund frá eitt semifinalupláss. Thorpe sá ógvuliga skuffaður út, tá hann sá tíðina hjá sær, og tók sær so góðar stundir at koma upp úr hylinum, at næsta hitið bleiv blást í gongd, áðrenn hann var uppi á turrum. Les meira á theaustralian.com.au

