Eitt surrealistiskt upplivilsi í morgun, at sita og chatta við føroyingar um Pál við støði í donskum miðlum. Altso ikki bara “Er tað okkurt við at Pál svimur í vikuskiftinum?”, sum tað plagar at verða tá ið føroyska pressan hevur tikið seg saman til at smekka eitt skjótt notits út, inn í millum, men við innlivilsi frá lesarum eisini uttanfyri svimjingina um væntandi niðurtrapping hjá Mads og líknandi.
(Mynd sum føroyavinurin René Thomsen tók av okkara garpum í Bellahøj í gjár, frá vinstru Magnus Jákupsson, Frans Johannessen og Pál Joensen. Teir hava einki við meiningunum í hesi grein at gera, men eg haldi tað er stuttligt at tað skal vera so lætt at fáa so góða mynd úr Kongens København, uttan at føroysku miðlarnir dugdu)
Continue reading Danir og útheimurin hava fangað tað, nú er tað bara føroyska pressan




