Evropameistarin Rouault ikki við til OL í 1500 frí

Tað var ikki bara hjá Mads Glæsner at tað kiksaði í dag, at koma við til OL í London, men eisini hjá franska Sebastien Rouault, sum vit nokk minnast best frá EM í Budapest í 2010. Hann kláraði við 15:10.09 gott nokk kravtíðina hjá FINA og franskmonnum, men tapti ímóti teimum báðum skjótari Anthony Pannier (15:01.43) og Damien Joly (15:02.43), sum tí tók upp bæði pláss hjá franskmonnum til hesa grein í London. Les t.d. SwimmingWorld Magazine.

Budapest 2010 European Championships

(Pál, Rouault og Pizzetti á skamlinum í Budapest, courtesy of Deepbluemedia.eu/G.Scala)

Pál 15:04.39 og tryggjaður OL-pláss í 1500 frí

Pál Joensen megnaði í dag at tryggja sær pláss á danska OL-liðnum til eisini 1500 metra frísvimjing í London, tá ið hann á Danish Open svam teinin uppá 15:04.39, har OL-kravið var 15:11.83. Í veruleikanum nýttist honum ikki at svimja skjótari enn 15:25.51, til at lúka danska kravið um at prógva at hann enn er í form, eftir at hava klárað kravtíð á HM í Shanghai í fjør við 14:46.33; og tað var jú nærmast væntað at hann fór at svimja skjótt, nú hann hevur klárað seg so væl í 200 og 400 frí. Hinvegin kláraði danski Mads Glæsner ikki teir 15:11.83 sum hann helst skuldi klára nú, og kemur hann tí mest sannlíkt bara at svimja 400 frí í London, um ikki hann roynir seg á EM í Debrechen í mei, ella danir gera okkurt undantak. Sí úrslistalista her.

Pál og Mads eftir 1500 frí á Danish Open

(Pál og Mads eftir 1500 frí í dag, René Thomsen eigur myndina)

Magnus 55.46 og føroyskt met í 100 firvald á Danish Open

Magnus Jákupsson megnaði aftur í dag at seta føroyskt met og juniormet í 100 firvald, tá ið hann í finaluni á Danish Open 2012 svam teinin uppá 55.46, har hann í hálvfinaluni í gjár svam 55.47. Altso met við éinum hundraðparti av einum sekundi, men met er met 🙂

Magnus Jákupsson á Danish Open

(Magnus Jákupsson á Danish Open 2012, René Thomsen eigur myndina)

Magnus megnaði við hesum at seta 3 føroysk met og 3 føroysk juniormet á hesi stevnu, tá ið hann fyrst setti met í 50 metra ryggsvimjing við 26.64, síðani í 100 metra firvaldasvimjing við 55.47, og so aftur í 100 metra firvaldasvimjing við 55.46.

úrslistalista her.

Vit verða nakað seinir við frásøgn frá 1500 í dag

Edith ommaOmma doyði hósdagin, og farið verður tí í kapellið seinnapartin. Men her skuldu verið allir møguleikar hjá tykkum at fylgt við allíkavæl, við annaðhvørt at fara í høllina í Bellahøj, ella hyggja at live stream frá klokkan 16 føroyska tíð, ella bara checka upp uppá tíðir og tílíkt á www.svimjing.com/live.

Magnus svimur finalu í 100 firvald umleið klokkan 17:21 føroyska tíð, og Pál 1500 umleið klokkan 17:35.

On-Sport tosar við Mie Ø. Nielsen

Eg kom ongantíð so langt sum til at skriva um 15 ára gomlu Mie Ø. Nielsen her, ið eftir mínum tykki framdi størra ítróttarbragdið í gjár, tá ið hon í 100 rygg svam seg til nýtt danskt juniormet og seniormet og norðurlendskt seniormet við tíðini 59.69. Næstan eitt sekund skjótari enn teir 1:00.48 hjá Lousie Ørnstedt í 2005. Mie visti ikki at hon kundi svimja so skjótt ! 😀

Magnus 2:09.47 og 3. skjótastur í 200 rygg innleiðandi á Danish Open

Magnus Jákupsson luttók í morgun í 200 metra ryggsvimjing á Danish Open 2012, og gjørdist har við tíðini 2:09.47 triðskjótastur av teimum 22 luttakandi, eitt lítið vet frá sínum føroyska meti á 2:08.88 frá EJM í Beograd í fjør. Sambært úrslitalistanum hevur hann meldað frá finaluni, men skal so enn sambært ætlanini svimja finalu í 100 metra firvald.

Pál bjargaði dønum 4×200 frí stafettina

Ein gysari er júst avgreiddur, og eitt føroyskt ævintýr av sonnum, tá ið teir fýra Mads Glæsner, Daniel Skaaning, Anders Lie og Pál Joensen royndu eftir kravtíðini 7:15.65, sum danir høvdu ásett til at taka út stafett til Olympisku leikir. Eftir fyrstu tveir vóru teir í neyð, Glæsner og Skaaning høvdu lagt ov hart út og mistu tí á stokkinum; men Anders helt sítt og Pál svam yvir evni, til úrslitið 7:15.38.

Holdkap_5
Continue reading Pál bjargaði dønum 4×200 frí stafettina

Magnus 55.47 og føroyskt met í 100 firvald á Danish Open

Magnus Jákupsson svam beint nú hálvfinalu í 100 metra firvaldasvimjing fyri menn á Danish Open 2012, og megnaði har at svimja seg víðari til finalu í morgin, við nýggjum føroyski meti og juniormeti 55.47. Hann átti sjálvur metini, á 56.20 frá evropeisku juniormeistarastevnuni í Beograd í fjør.

Lítla løtu seinni luttók hann í finaluni í 100 rygg, kanska í so stutt pausa, við tað at tíðin gjørdist 59.48 nú í mun til 58.63 í hálvfinaluni í gjár. Men imponerandi svomið allíkavæl og ‘fult hús’ tá ið tað kemur til at sleppa í finalur, líka við undantaki av kolldømingini í 200 blandað.

Føroyingar í Danmark: Tit hava kjansin nú !

Pál áðrenn 200 frí á Danish Open 2012Áhugin tykist at vera stórur fyri at sleppa at síggja Pál í aktión á Danish Open 2012, so latið okkum heldur sláa tað stórt upp her. Pál hevur tvær avgerandi kappingar eftir á Danish Open 2012: Ein tíðtaking í 4×200 frí saman við Mads Glæsner og hinum í kvøld, at royna at klára kravtíð fyri liðið til OL í London, og síðani ein beinleiðis finala í 1500 frí í morgin. Hartil hava vit Magnus í finalu í kvøld og sikkurt eisini í morgin, har hann til nú hevur klárað seg sera væl. So tað er altso nú at tit hava kjansin at vísa føroyska Merkið!

Donsku klokkutíðirnar eru:

Leygarkvøld finalur frá kl 17:30

  • Magnus 100 firvald hálvfinala kl 17:59
    – Føroyska metið hjá Magnusi er 56.20, OL-kravtíð 52.36. Hann svam 56.31 í morgun
  • Magnus 100 rygg finala kl 18:24
    – Føroyska metið hjá Magnusi er 58.51, OL-kravtíð 54.40. Hann svam 59.44 í gjár
  • Pál og hinir 4×200 frí kl 20:02
    – Teir fýra Mads, Anders, Daniel og Pál skulu klára 7:15.65, fyri at sleppa til OL í hesu grein

Sunnukvøld finalur frá kl 17:00

  • Magnus sikkurt 200 rygg finala kl 17:34
    – Føroyska metið hjá Magnusi er 2:08.88, OL-kravtíð 1:58.48
  • Magnus kanska 100 firvald finala kl 18:21
    – Føroyska metið hjá Magnusi er 58.51, OL-kravtíð 54.40.
  • Pál 1500 frí besti riðil kl 18:35
    – Norðurlendska metið hjá Páli er 14:46.33, OL-kravtíð 15:11.83 klárað, men skal tó klára 15:25.51 nú, til at tryggja sær OL-pláss. Evropametið hjá Prilukov 14:43.21, ahem

Adressan er Bellahøj Svømmestadion. Bellahøjvej 1-3, 2700 Brønshøj, sí kort og Rejseplanen.

Gevið gætur at tað kostar einki at sleppa inn. Har er rættiliga gott pláss í høllini; men tit mugu sikkurt allíkavæl vera í góðari tíð, um tit vilja hava brúkilig pláss á langsíðuni. Dreingirnir báðir hava longu staðfest at teir eru í toppform, so komið og gerið hetta til ‘a Kodak moment’ 😀

Og by the way, blátt er okkara litur, til at síggjast burtur úr tí reyða og hvíta. Blátt sum havið ! 🙂
Continue reading Føroyingar í Danmark: Tit hava kjansin nú !