Mest vinnandi OL-luttakarin nakrantíð er klárur at kappast aftur, aftaná ein steðg uppá hálvannað ár.
(Image courtesy of JD Lasica, CC BY-NC 2.0)
Continue reading Michael Phelps ger comeback
Mest vinnandi OL-luttakarin nakrantíð er klárur at kappast aftur, aftaná ein steðg uppá hálvannað ár.
(Image courtesy of JD Lasica, CC BY-NC 2.0)
Continue reading Michael Phelps ger comeback
Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í finaluni í 400 metra frísvimjing á Swim Cup Eindhoven 2014, og varð hann har nummar fimm við tíðini 3:52.95: beint aftanfyri unga norðmannin Henrik Christiansen, sum við tíðini 3:52.60 setti stórt nýtt norskt juniormet.
Continue reading Pál 3:52.95 og nr 5 í 400 frí á Swim Cup Eindhoven 2014
Pál Joensen svam seg í morgun víðari til sína næstu finalu á Swim Cup Eindhoven 2014, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin við fjórbestu tíð 3:55.05. Teir eru rættiliga tættir har í oddinum; serbiski Velimir Stjepanovic svam 3:54.71, niðurlendsku Ferry Weertman og Sebastiaan Verschuren ávíkavist 3:54.77 og 3:54.82, og norski Henrik Christiansen so aftanfyri Pál við nýggjum norskum juniormeti á 3:55.38. Finalurnar byrja kl 16:30 niðurlendska tíð, har 400 frí er næstsíðsta kapping. Sí úrslitalistan her.
Her er video frá riðlinum við Páli í morgun
Pál Joensen megnaði fyri løtu síðani at vinna gull í 1500 metra frísvimjing á Swim Cup Eindhoven 2014, við tíðini 15:19.20 frammanfyri niðurlendska Maarten Brzoskowski á 15:26.21 og eysturríkska David Brandl á 15:36.81. Norski unglingurin Henrik Christiansen varð nr 4 við tíðini 15:39.04, har hann setti nýtt norskt met á 8:01.50 í 800 frí, og síðani tók tað róligt fyri rest. Sí úrslitalistan her.
(Pál á EM í Herning 2013. Svoem.dk eigur myndina)
Continue reading Pál 15:19.20 og gull í 1500 frí á Swim Cup Eindhoven 2014
Lesið her á ÍSF
Fyrstu úrslitini frá stóra føroysku Svim-og-Spæl ella SOS-granskingarverkætlanin sum fór av bakkastokki í fjør eru nú kunngjørd í vísundaliga amerikanska tíðarritinum BioMed Research International.
(Image courtesy of SignalPAD, CC BY-SA 2.0)
Fyrsta greinin samanber tvey sløg av svimjivenjing har 62 kvinnur tóku lut. Talan var um kvinnur, ið ikki vanda regliliga og høvdu tekin uppá minkandi hjarta-kar heilsustøðu. Annar venjingarbólkurin svam í 1 tíma við hóvligum intensiti, meðan hin bólkurin bert framdi 6-10 intervallir (30 sekundirs spurtir) við 2 minuttum av hvíld ímillum. Báðir bólkar vandu 3 ferð um vikuna í 15 vikur.
Fyrsta vísundaliga greinin vísir, at báðir bólkar høvdu eitt stórt fall í blóðtrýsti (4-6 mmHG í systoliskum blóðtrýsti í miðal), meðan eitt fall var víst í totalum kropsfeitti (1-2 kg í miðal) og vøddamassin øktist í miðal umleið 1.5 kg. Víst varð eisini, at hjartafunktión í hvíld og kropligum arbeiði var munandi betra eftir venjing, og at bæði renni- og svimjiavrik vóru nógv betraði (13-58%).
Continue reading Líka sunt at svimja 3-5 min í 30s spurtum, sum 1 tíma við lægri ferð
Nú 10. til 13. apríl verður stór svimjistevna í Eindhoven í Niðurlondum, við luttøku av eisini bestu dønum og Páli Joensen. Pál hevur bestu tilmeldingartíð í 1500 frí, har næstskjótasti er ungi Henrik Christiansen úr Noregi, og sættbestu í 400 frí.
Heimasíða • Startlisti • Live Timing • Video
Italski Gabriele Detti megnaði í gjár at svimja 7:42.74 og nýtt italskt og evropeiskt met í 800 metra frísvimjing á langgeil, á italsku EM-úttøkustevnuni í Riccioni. Eisini italski Federico Colbertaldo átti metið á 7:43.84, frá superdrakts-tíðini á HM í Rom í 2009. Í dag svam italska Martina Rita Caramignoli bestu tíð í heiminum í ár í 1500 metra frísvimjing, tá ið hon vann kappingina við 16:11.70, sum tó er væl spakuligari enn evropametið hjá Lotte Friis á 15:38.88. Nú verður væntað at Gregorio Paltrinieri fríggjadagin fer eftir evropametinum í 1500 metra frísvimjing, eftir at hann herfyri megnaði at svimja 5 km uppá 50:56. Russiski Yury Prilukov eigur evropametið á á 14:43.21 frá OL í Beijing í 2008. Sí úrslit á dbresult.it
Nógv av tykkum hava sikkurt fylgt við í trupulleikunum sum Ian Thorpe og Grant Hackett hava stríðst við í seinastuni, har báðir hava verið innlagdir, Thorpe fyri depressión og Hackett fyri avhengiheit av sovipillarunum Stilnox. Men hesir trupulleikar blikna í mun til akuttu støðuna hjá Thorpe, har hann nú er innlagdur á intensivu deild, við vanda fyri at missa førleikan í vinstra armi. Lesið Sydney Morning Herald, og sí video niðanfyri.
Viðfestur er úrslitalistin frá svimjistevnuni í Leirvík nú leygardagin 5. apríl 2014, sum Svimjifelagið Reysti skipaði fyri, fyri okkara yngstu aldursbólkar. Úrslitið varð at vertsfelagið Reysti vann so syngjandi, 21 gull, 14 silvur og 16 bronsu, har mest vinnandi svimjarar vóru Rebekka Trygvadóttir og Jónas Hansen úr Reysti við ávikavist 6 og 5 gullheiðursmerkjum.
Heiðursmerkjabýtið millum feløg
Gull | Silvur | Bronsa | |
---|---|---|---|
Reysti | 21 | 14 | 16 |
Suðuroyar Svimjifelag | 7 | 13 | 4 |
Fuglafjarðar Svimjifelag | 2 | 5 | |
Havnar Svimjifelag | 2 | ||
Tilsamans | 28 | 29 | 27 |
At tað gongur væl hjá danskari svimjing, sæst eisini í limatølunum. Danska ítróttasambandið almannakunngjørdi herfyri sína árligu frágreiðing um hvussu nógvir limir eru í ymisku ítróttunum, har tað sæst at svimjingin í 2013 fór fram við 9,43%, ella 14.709 limum. Harvið fór Dansk Svømmeunion framum Dansk Golf Union, samstundis sum at golf dragnaði í mun til Danmarks Gymnastik Forbund, soleiðis at topp 10 listin nú sær soleiðis út:
Skjótast vaksandi danska sersamband er Dansk Triathlon Forbund, sum fór fram við 36,66%, meðan Danmarks Moderne Femkampforbund fór aftur við 46,58%. Dansk Boldspil-Union fór aftur við 3,34%, sum vegna teirra stødd var nógv størsta limatap á 11.387 limir. Fimleikurin hevði vegna sína stødd tann størsta vøkstur á 15.197 limir, sum er sera flott við tað at tey sum svimjingin høvdu stóran vøkstur eisini árið undan.
Golf er sum í í 2012 og 2011 í minking, í 2013 á 1,03% ella 1.625 limir.
Kelda: swimnews.dk