Henrik Christiansen um lívið sum úrvalssvimjari

17-ára gamli Henrik Christiansen venur vanliga 30 tímar um vikuna, flestu vikur í árinum so at samlaða venjingarnøgdin er upp ímóti 1500 tímum um árið. Hann ferðast einar 50 dagar um árið, men vann so eisini hinvegin 6 norsk meistaraheiti og eina silvur í 2014, 3 heiðursmerki á EJM og tvær bronsur á ungdóms-OL í Kina. Journalen TV hevur gjørt hesa vangamynd av besta langteinaranum hjá Noregi.

Pál 3:52.95 og nr 5 í 400 frí á Swim Cup Eindhoven 2014

Pál Joensen luttók fyri løtu síðani í finaluni í 400 metra frísvimjing á Swim Cup Eindhoven 2014, og varð hann har nummar fimm við tíðini 3:52.95: beint aftanfyri unga norðmannin Henrik Christiansen, sum við tíðini 3:52.60 setti stórt nýtt norskt juniormet.


Continue reading Pál 3:52.95 og nr 5 í 400 frí á Swim Cup Eindhoven 2014

Henrik Christiansen 3:57.29 og norskt juniormet í 400 frí

Norski Henrik Christiansen setti í gjár eitt imponerandi juniormet, tá ið hann á norsku meistarastevnuni á langgeil vann kappingina í 400 metra frísvimjing við tíðini 3:57.29, har næsti maður svam 4:04.78. Hetta hevði rokkið til eitt greitt silvurheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, frammanfyri OL-luttakaran Daniel Skaaning á 3:59.58 men aftanfyri Pál Joensen á 3:54.17. Henrik er enn bara fyrstaársjuniorur, á aldur við Óla, Alva, Eyðbjørn og Markus, og fer tí eisini til EJM í Poznan, har hann við nú farna juniormetinum 3:57.59 er styrkismettur sum nummar 26 í 400 frí, og har hann við nýggja metinum liggur til eitt 25. pláss.

Henrik Christiansen vil undir 15 í 1500 longu í ár

Áhugaverd grein her á TV2.no, skrivað av føroyavininum Sander Smørdal, um unga norska stórtalentið Henrik Christiansen og ‘guttegjengen’ runt um hann. Har verður millum annað sagt at hann longu hetta svimjiárið ætlar sær undir 15 minuttir í 1500, har hann her í vikuskiftinum at hava klárað undir 8 í 800, og at hann í veruleikanum hevði ætlað tað longu nú.

Flemming Skov Jenssen sa da han gjestet TV 2 Sport for et par uker siden at han tror Christiansen blir den første nordmannen som svømmer under drømmegrensen på 15 minutter – og at det kommer til å skje denne sesongen.

Henrik Christiansen 7:58.85 og norskt juniormet í 800 frí

Norski Henrik Christiansen er so avgjørt størsta hóttanin hjá okkara ungu knassum, tá ið Norðurlendska JuniorMeistarastevnan verður í Vaasa í Finnlandi í desember. Hann er bara árgang 1996 sum Óli, Alvi, Eyðbjørn og Markus, men setti tó norskt juniormet í 800 metra frísvimjing á NM/UM kortbane junior 2012 í Stavanger um vikuskiftið, tá ið hann vann kappingina við tíðini 7.58.85 har besta tíð hjá okkara ungu er Óli við 8:13.42 frá NMU í summar. Í 1500 metra frísvimjing svam Henrik teinin uppá 15:17.51, har Óli herfyri svam 15:35.23, og í 400 frí svam hann 3:55.14, har Óli klárar 3:58.88. Sí úrslitalistan her á medley.no og Norges Svømmeforbund á YouTube.

Henrik Christiansen 8:24.61 og norskt juniormet í 800 frí á langgeil

1996-arin Henrik Christiansen hevur í dag sett juniormet í 800 metra frísvimjing á langgeil, við tíðina 8:24.61 á ISM í Berlin, har Gard Kvale á EJM í Linz í 2002 setti met við splitt-tíð 8:25.31 ávegis til at seta norskt juniormet í eisini 1500 við 15:44.86. Christiansen kláraði fríggjadagin at svimja 400 frí uppá 4:05.57 og 1500 uppá 16:09.59 , so her er avgjørt talan um ein harðan mótstøðumann hjá okkara 96-arum, tá ið NJM verður í Føroyum í 2013. Sí www.simma.nu/no

15 ára gamli Henrik Christiansen svam 16:04.35 í 1500 frí

The Nordic countries are seeing great development in long distance swimming, with swimmers like Lotte Friis, Mads Glæsner and Pál Joensen taking international medals, and others coming up through the ranks. For instance yesterday in Norway, 15-year-old Henrik Christiansen improved upon his best 1500 meter effort with 50 seconds, going from 16:55.73 and a 18th spot on the Norwegian short course championships start list to 16:04.35 and a bronze medal. Unfortunately this was during prelim heats, so we don’t see him here in the final video.