Suðuroyar Svimjifelag førir nú eftir fyrsta dag dystin um at vinna flest heiðursmerki á bæði FM og JM 2014, men Ægir er í hølunum á teimum. FLOT er í kraft av Biritu Debes við í dystinum um heiðursmerki hjá seniorum, meðan Havnar Svimjifelag stendur seg betri í juniorbólkinum.
Heiðursmerkjabýti í juniorbólkinum
| Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
|---|---|---|---|
| SuSvim | 6 | 3 | 3 |
| Ægir | 6 | 0 | 2 |
| HS | 1 | 8 | 5 |
| FLOT | 0 | 1 | 2 |
| Reysti | 0 | 1 | 1 |
Heiðursmerkjabýti í opna bólkinum
| Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
|---|---|---|---|
| SuSvim | 6 | 5 | 3 |
| Ægir | 5 | 5 | 2 |
| FLOT | 2 | 0 | 0 |
| HS | 1 | 4 | 8 |
| Reysti | 0 | 0 | 1 |
