Ísraelski Nimrod Shapira Bar-Or royndir seg á Mare Nostrum stevnuni í Monaco
Pál 3:50.41 og silvur í 400 frí á Mare Nostrum í Monaco
Pál Joensen svam seg í dag til eitt silvurheiðursmerki á Mare Nostrum stevnuni í Monaco, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:50.41. Suðurafrikanski Devon Brown vann gull við tíðini 3:49.57, og eysturríski David Brandl bronsu við 3:51.20. Danski Mads Glæsner varð nummar 6 við tíðini 3:56.35. Sí úrslitalistarnar her.
Magnus Jákupsson royndi seg sum kunnugt eisini í finalu nú seinnapartin, í 50 metra ryggsvimjing. Hann hevði 12. bestu tíð aftaná innleiðandu riðlarnar í morgun, men svam so 26.71 og eitt 16. pláss nú í áttandapartsfinaluni, sum ikki rakk til fjórðingsfinaluna.
Magnus og Pál í finalu á Mare Nostrum í Monaco
Magnus Jákupsson svam seg í morgun víðari til finalu á Mare Nostrum stevnuni í Monaco, tá ið hann í 50 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 26.59 og 12. bestu tíð. Tey brúka okkurt slag av ‘útskiljings-kapping’ í finalunum, tí har eru bæði áttandaparts, fjórðings- og hálv-finalur, áðrenn endaligu finaluna nú seinnapartin.
Continue reading Magnus og Pál í finalu á Mare Nostrum í Monaco
Pál, Magnus og Frans royna seg í Monaco
Hetta vikuskiftið verður stór svimjistevna í Monaco, har Pál Joensen, Magnus Jákupsson og Frans Johannesen eisini skulu royna seg.
Talan er um fyrsta lið í sonevndu Mare Nostrum stevnunum, sum eru millum best dámdu stevnur hjá svimjarum á heimsstøði at brúka sum fyrireiking til komandi meistarastevnur.
Pál skal royna seg í 200 og 400 metra frísvimjing, Magnus í 50, 100 og 200 metra ryggsvimjing, og Frans í 100, 200 og 400 metra frísvimjing.
Av hesum hevur Pál besta møguleika at røkka A-finalu í 400 metra frísvimjing, og Magnus hálvfinalu í 50 metra rygg.
Continue reading Pál, Magnus og Frans royna seg í Monaco
EJM landsliðið á venjingarlegu í Calella
Føroyska EJM landsliðið fóru í dag til Calella í Spania, at venja á langgeil fram ímóti Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í svimjing sum verður í Dordrecht í Niðurlondum hin 9. til 13. juli 2014.
(EJM-landsliðið í Calella, Rui Magalhães eigur myndina)
Continue reading EJM landsliðið á venjingarlegu í Calella
Samandráttur av føroyskum úrslitum á Bergen Swim Festival 2014
So er Bergen Swim Festival 2014 avgreitt, og teir tríggir Pál Joensen, Magnus Jákupsson og Frans Johannesen stóðu seg bara væl. Tilsamans 9 finalur bleiv tað til, tær 12 ferðir teir luttóku, og sum heild svumu teir betri enn sína styrkismeting.
Pál vann gull í 400 frí, meðan Magnus vann silvur í 50 rygg, og bronsu í 100 og 200 rygg.
Fyri tey sum ikki vita tað, so er Pál einasti veruligi føroyski svimjari millum hesar, meðan hinir báðir svimja fyri Danmark. Men við tað at teir allir uppá aðrar mátar eru at rokna sum føroyingar, fylgja vit við 🙂
(Magnus, Frans og Pál á Danish Open 2012. Jákup Jacobsen eigur myndina)
Continue reading Samandráttur av føroyskum úrslitum á Bergen Swim Festival 2014
Magnus 25.08 og silvur í 50 rygg á BSF 2014
Magnus Jákup svam seg í dag til silvur í 50 metra ryggsvimjing á Bergen Swim Festival 2014, í hørðum dysti við estiska Ralf Tribuntsov.
Continue reading Magnus 25.08 og silvur í 50 rygg á BSF 2014
Pál Joensen 3:45.45 og gull í 400 frí á BSF 2014
Pál Joensen vann í dag gull á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:45.45. Danski Anton Ørskov Ipsen vann silvur við 3:45.90 og norski Henrik Christiansen bronsu við 3:46.05. Frans Johannesen varð nummer 5 við tíðini 4:01.15. Pál vann fyri viku síðani 400 metra frísvimjing á Føroyameistarastevnuni 2014 við tíðini 3:48.17, so hetta í Bergen var væl skjótari.
Magnus 26.04 og víðari til finalu í 100 rygg á BSF 2014
Magnus Jákupsson svam seg í morgun víðari til enn eina finalu á Bergen Swim Festival 2014, tá ið hann í innleiðandi 50 metra ryggsvimjing svam fjórskjótastu tíð 26.04. Estiski Ralf Tribuntsov hevði bestu tíð 25.83 sekund, so har var ikki stórur munur á teimum fremstu.
Frans 52.05 og nr 9 í 100 frí á BSF 2014
Frans Johannesen royndi seg í morgun í 100 metra frísvimjing á Bergen Swim Festival 2014, og varð hann har nummar 9 við tíðini 52.05 sekund. Tað røkkur nokk ikki til finalu, við tað at Sentralbadet ‘bara’ hevur 7 geilir.