Føroysk úrslit fyrsta dag á Mare Nostrum 2014 í Barcelona

UPDATE: Óli Mortensen setti eisini føroyskt met og juniormet í 200 metra firvald. Tað úrslitið manglaði her í frágreiðingini, av tí at eg leitaði út í frá startlistanum, har Óli ikki stóð á.

Nú eru innleiðandi riðlarnir avgreiddir á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, og tey á EJM-landsliðnum kláraðu seg bara heilt ókey. Óli Mortensen kom við tíðini 4:01.71 í 400 frí heilt nær sínum juniormeti frá stevnuni í Canet, sum eisini gav honum eina plasering í betru helvtini á úrslitalistanum.


Continue reading Føroysk úrslit fyrsta dag á Mare Nostrum 2014 í Barcelona

Startlistin klárur til Mare Nostrum stevnuna í Barcelona

Nú finst ein startlisti her á natacio.cat, sum millum annað fortelur okkum at Pál Joensen hevur bestu tilmeldingartíð í 1500 metra frísvimjing.

Hann skal millum annað kappast ímóti kanadiska Devon Myles Brown, franska Damien Joly og spanska Marc Sanchez Torrens, sum vóru skjótari enn Pál í 800 frí í í gjár, tá ið hesir vunnu ávíkavist gull, silvur og bronsu á Mare Nostrum stevnuni í Canet.

Men hesuferð hevur Pál valt 400 meturin frá, ið so kanska gevur eyka orku til 1500 meturin. Hinir tríggir luttaka allir í bæði 400 og 1500.
Continue reading Startlistin klárur til Mare Nostrum stevnuna í Barcelona

Pál 8:03.16 og nr 5 í 800 frí í Canet

Pál Joensen varð fimtskjótastur í 800 metra frísvimjing á Mare Nostrum stevnuni í Canet, tá ið teir í kvøld svumu skjótasta riðil. Tað var nokk ikki heilt sum vónað; tí hann hevði jú bestu tilmeldingartíð á 7:50.81, og tíðin 8:03.16 var eisini nokk so langt frá henni. Hinvegin rykti Óli Mortensen líka nógv fram, tá ið hann við nýggjum juniormeti á 8:13.75 svam 16. bestu tíð, í mun til sína styrkismeting sum nr 20.

Vinnarin av 800 nú varð suðurafrikanski Devon Myles Brown, sum sostatt hevur vunnið 400 frí bæði í Monaco og Canet, umframt hendan 800 í Canet. Hann svam teir 800 metrarnar á 7:54.46, meðan franski Damien Joly svam seg til silvur við tíðini 7:58.92, og spanski Marc Sanchez Torrens bronsu við 7:59.01. Altso generelt nokk so harmleysar tíðir, sum Pál hevði klárað um hann svam upp til sína tilmeldingartíð.
Continue reading Pál 8:03.16 og nr 5 í 800 frí í Canet

Óli 8:13.75 og juniormet í 800 frí

Óli Mortensen skar fyri løtu síðani eitt gott petti av sínum føroyska juniormeti í 800 metra frísvimjing, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Canet svam teinin uppá 8:13.75, har hansara juniormet frá Danish Open 2014 í mars mánaða var 8:20.55. Teir svimja enn, so úrslitalistin annars er ikki heilt eftirfarandi.

Føroysk úrslit í morgun

  • Ásbjørg Hjelm 35.57 (#41 av 45) í 50 bringu
  • Eyðbjørn Joensen 26.57 (#94 av 114) í 50 firvald
  • Ásbjørg Hjelm 2:57.53 (#36 av 36) í 200 bringu
  • Victoria Wigant Eysturdal 1:01.30 (#68 av 69) í 100 frí
  • Frans Johannesen 52.15 (#65 av 132) í 100 frí

Óli 4:01.34 og juniormet í 400 frí

Óli Mortensen skar í dag næstan eitt sekund av sínum føroyska juniormeti í 400 metra frísvimjing, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Canet svam teinin uppá 4:01.34, har hansara føroyska met frá Danish Open 2014 í mars mánaða var 4:02.25. Hetta rakk til eitt 25. pláss á stevnuni, meðan Alvi Hjelm varð nummar 40 við 4:05.93, og Eyðbjørn Joensen nummar 56 við 4:17.18. Sí úrslitalistan her.

Pál nr 4 í 400 frí í Canet

Pál Joensen svam seg fyri løtu síðani til eitt fjórðapláss á Mare Nostrum stevnuni í Canet, tá ið hann í A-finaluni í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:52.14.

Suðurafrikanski Devon Brown vann við tíðini 3:50.93, spanski Miguel Duran Navia vann silvur við tíðini 3:31.91, og polski Filip Zaborowski vann bronsu við tíðini 3:51.93.
Continue reading Pál nr 4 í 400 frí í Canet

Pál í 400 frí finalu í Canet

Pál Joensen svam seg í morgun víðari til finalu á Mare Nostrums stevnuni í Canet, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam 3:54.04 og bestu tíð av teimum 24 sum luttóku í innleiðandi riðlunum.

Hann var annars styrkismettur sum nummar 9 sambært tilmeldingartíðunum, sum akkurát ikki hevði verið nokk til finalupláss.
Continue reading Pál í 400 frí finalu í Canet

Pál kann vinna gull í Canet

Startlistin er nú klárur til Mare Nostrum stevnuna í Canet, 12. og 13. juni, har vit millum annað síggja at Pál hevur bestu tilmeldingartíð í 800 metra frí.

(Kappingarhylurin í Canet. Jón Bjarnason eigur myndina)

Føroyska luttøkan er rættiliga stór í Canet, við tað at har umframt Pál eisini luttaka tey 5 á føroyska EJM-landsliðnum, og teir báðir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen sum svimja fyri danir.

Á føroyska EJM-landsliðnum eru Victoria Wigant Eysturdal, Ásbjørg Hjelm og Alvi Hjelm úr Ægir, Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag.

Pál hevur bestu tilmeldingartíð í 800 metra frísvimjing, og 9. bestu í 400 metra frí.
Continue reading Pál kann vinna gull í Canet

Lakari úrslit í Monaco í dag

Teir tríggir Pál Joensen, Magnus Jákupsson og Frans Johannesen royndu seg aftur í dag á Mare Nostrum stevnuni í Monaco, í greinum sum í øllum førum hjá Páli og Magnusi eru á greinsuni til at vera sergrein.

Pál varð við tíðini 1:52.61 nummar 22 í 200 frí, Magnus varð við tíðini 2:11.88 nummar 30 í 200 rygg, og Frans varð við tíðini 1:56.26 nummar 53 í 200 frí.
Continue reading Lakari úrslit í Monaco í dag