Samandráttur av føroyskum úrslitum á Bergen Swim Festival 2014

So er Bergen Swim Festival 2014 avgreitt, og teir tríggir Pál Joensen, Magnus Jákupsson og Frans Johannesen stóðu seg bara væl. Tilsamans 9 finalur bleiv tað til, tær 12 ferðir teir luttóku, og sum heild svumu teir betri enn sína styrkismeting.

Pál vann gull í 400 frí, meðan Magnus vann silvur í 50 rygg, og bronsu í 100 og 200 rygg.

Fyri tey sum ikki vita tað, so er Pál einasti veruligi føroyski svimjari millum hesar, meðan hinir báðir svimja fyri Danmark. Men við tað at teir allir uppá aðrar mátar eru at rokna sum føroyingar, fylgja vit við 🙂

(Magnus, Frans og Pál á Danish Open 2012. Jákup Jacobsen eigur myndina)

Samandráttur (styrkismeting í klombrum)

  • Kap 2 – 50 frí – Magnus nr 6 og Frans nr 11 (9 og 16)
  • Kap 4 – 100 bringu – Pál nr 6 (8)
  • Kap 8 – 100 rygg – Magnus bronsu (2)
  • Kap 10 – 200 frí – Pál nr 6 og Frans nr 7 (7 og 5)
  • Kap 12 – 400 frí – Pál gull og Frans nr 5 (3 og 1)
  • Kap 14 – 200 rygg – Magnus bronsu (1)
  • Kap 16 – 100 blandað – Frans nr 6 (9)
  • Kap 22 – 100 frí – Frans nr 9 (8)
  • Kap 26 – 50 rygg – Magnus silvur (3)
  • Kap 30 – 200 blandað – Frans svam ikki (3)
  • Ger viðmerking

    This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.