Pál nr 4 í 400 frí í Canet

Pál Joensen svam seg fyri løtu síðani til eitt fjórðapláss á Mare Nostrum stevnuni í Canet, tá ið hann í A-finaluni í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:52.14.

Suðurafrikanski Devon Brown vann við tíðini 3:50.93, spanski Miguel Duran Navia vann silvur við tíðini 3:31.91, og polski Filip Zaborowski vann bronsu við tíðini 3:51.93.

Tað vóru annars kanadiski Keegan Zanatta og Pál sum løgdu harðast út, við at svimja fyrstu 100 uppá ávikavist 56.49 og 56.71.

Pál svam næstu og triðju hundrað metrar skjótast (58.99 og 58.91), soleiðis at hann hevði svomið 300 uppá 2:54.61, har bara Zaborowski við 2:54.99 eisini var undir 2:55.

Men so komu hinir sum ikki einaferð, og svumu Brown síðstu 100 uppá 55.81, Duran Navia uppá 56.35 og Zabrowski 56.94, meðan Pál svam 57.53.

Hann sjálvur Keegan Zanatta átti bara handan fyrsta 100 meturin á 56.49, og svam hareftir 59.37, 59.52 og 58.11.

Splitt-tíðir hjá teimum fýra fremstu

Devon Myles Brown (RSA): 57.41 – 1:56.56 (59.15) – 2:55.12 (58.56) – 3:50.93 (55.81)
Miguel Duran Navia (ESP): 57.38 – 1:56.52 (59.14) – 2:55.56 (59.04) – 3:51.91 (56.35)
Filip Zaborowski (POL): 57.04 – 1:56.12 (59.08) – 2:54.99 (58.87) – 3:51.93 (56.94)
Pál Joensen (FAR): 56.71 – 1:55.70 (58.99) – 2:54.61 (58.91) – 3:52.14 (57.53)

Av teimum sum svumu 400 í dag, eru serliga teir áhugaverdir fyri Pál og føroyingar, sum eisini luttaka í skjótasta riðli í 800 frí í morgin. Tað kann hugsast at onkur ger ein vørr í morgunriðlinum, men annars eru tað teir 8 í finaluni.

  1. Pál Joensen (FAR) 7.50.81 – svam 3:52.14 í 400 frí (#4)
  2. Damien Joly (FRA) 7:54.00 – svam 3:54.19 í 400 frí (#8)
  3. Marc Sanchez Torrens (ESP) 7:54.42 – svam 3:56.06 í 400 frí (#11)
  4. Filip Zaborowski (POL) 7:55.65 – svam 3:51.93 í 400 frí (#3)
  5. Anthony Pannier (FRA) 7:56.11 – svam 3:59.37 í 400 frí (#20)
  6. Devon Myles Brown (RSA) 7:57.63 – svam 3:50.93 í 400 frí (#1)
  7. Pawel Furtek (POL) 7:57.99 – svam 3:55.92 í 400 frí (#9)
  8. Mads Glæsner (DEN) 7:58.13 – svam 3:55.94 í 400 frí (#10)

Og her er tað vælsagtans serliga hasin suðurafrikanski Devon Myles Brown og polski Filips Zaborowski sum hótta Pál, um ikki nakrir av hinum hava spart seg nú í 400.

Persónliga haldi eg at vit føroyingar kunnu gleða okkum til ein spennandi 800 metur í morgin; tí Pál hevur í dag svomið tveir solidar 400 metra kappingar, har hann fyrst svam skjótast í morgun, og síðani fjórskjótast í kvøld. At hann ikki er best í spurtinum, vita vit, men ferðin er har til at pressa hinar í sænk áðrenn tað kemur so langt.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.