Magnus eina silvur afturat í Odense

Magnus Jákupsson svam seg í dag til eitt silvurheiðursmerki afturat á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í 100 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 57.31 sekund. Kevin Witt Christensen vann gull við tíðini 57.12 og Andreas Schiellerup bronsu við 57.32. Sí úrslitalistan her.

Magnus er nú liðugur við sínar kappingar sum einstaklingur á DM, og megnaði hann sostatt hesuferð at vinna sær gull í 50 rygg umframt silvur í 50 firvald og 100 rygg, sum vóru tær tríggjar einstaklingakappingarnar hann luttók í. Hartil var hann við til at vinna sínum liði silvur í 4×100 frí, og kann í morgin vinna eitt heiðursmerki afturat í 4×100 blandað.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.