Útvarp Føroya hin 6. august 2014 um EM í Berlin 2014

Kringvarp Føroya hevði í tíðindasendingini í útvarpinum nú á døgverða eitt brot um EvropaMeistarastevnuna í svimjing 2014, sum verður í Berlin nú 13. til 24. august 2014. Prátað varð við Pál Joensen, um útlitini hjá honum, og tað at hann eisini fer at royna seg í 5 kilometra ‘open water’ svimjing.

One thought on “Útvarp Føroya hin 6. august 2014 um EM í Berlin 2014”

  1. Í brotinum verður sagt at Pál Joensen er einasti føroyingur sum hevur megnað at kvalifiserað seg til EM í Berlin. Tað er ikki rætt – Birita Debes kvalifiseraði seg men gav avboð vegna skúla, og hartil kláraðu teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm eisini kravtíð, men vórðu ikki úttiknir tí at teir skuldu konsentrera seg um EJM.

    Hartil verður ímóti endanum sagt at Magnus Jákupsson hevur luttikið fyri Danmark á HM, sum ikki er rætt. Magnus luttók fyri Danmark á EM á stuttgeil í Herning.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.