Danir kunngjørdu í gjár búmerkið til EvropaMeistarastevnuna á stuttgeil 2017, sum verður í nýggju multihøllini Royal Arena í Keypmannahavn, frá 13. til 17. desember 2017.
Mads Glæsner og Lotte Friis nú aftur í Danmark
Hvidovre Svømmeklub skrivaði fyri einum mánaða síðani á sínari Facebook síðu, at tey høvdu skrivað sáttmála við Mads Glæsner, sum nú gavst við svimjingini fyri heldur at gerast hjálparvenjari hjá teimum afturat lesnað á Copenhagen Business School.

Og nú kann Gentofte Svømmeklub kunngera, at Lotte Friis er komin heim til barndómsfelagið, at eisini verða hjálparvenjari.

Úrslit frá Argjastevnuni 2016
Her eru úrslitalistarnir frá svimjistevnu á Argjum í dag, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri.
argjastevna2016-urslit.txt
argjastevna2016-urslit.html
Hetta var stevna fyri aldursbólkarnar 2 og 3, sum eru gentur føddar ár 2005-2008 og dreingir føddir ár 2004-2007.
Longu næsta vikuskifti er aftur svimjistevna í Havn, tá ið Havnar Svimjifelag skipar fyri opnari kapping í Svimjihøllini í Gundadali.
Teldusníkar leka enn meira WADA dáta, umfatandi eisini Jeanette Ottesen
Russiskir teldusníkar hava nú lagt út ein triðja bunka av WADA dáta, umfatandi 11 íðkarar afturat sum luttóku á OL í Rio. Her í millum eru svimjararnir Siobhan-Marie O’Connor úr Írlandi, Mireia Belmonte Garcia úr Spania og Jeanette Ottesen úr Danmark. Danska svimjisambandið hevur lagt út eitt pressuskriv her, sum greiðir frá støðuni hjá Jeanette Ottesen, við denti á at talan altso ikki er um at hon hevur gjørt nakað ólógligt, ella sum á annan hátt ger seg inn á antidopingreglurnar hjá WADA. Sí eisini pressuskriv frá WADA.
HMJ 2017 verður í Indianapolis í USA
Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi fyri løtu síðani, at næsta heimsmeistarastevnan fyri juniorar verður í Indianapolis í USA. Hetta verður í august í 2017, í tiltikna Indianapolis University Natatorium, og er stevna fyri gentur 14-17 ár, og dreingir 15-18 ár. Gevið gætur, at Svimjisamband Føroya ikki enn hevur tikið støðu til, um nakar føroyingur fer til hesa stevnu.
Photo by nichcollins
Svimjing hjálpir væl ímóti fibromyalgi
Nýggj gransking í Brasil bendir á, at svimjing hjálpir væl uppá fibromyalgi. Hetta er sjúka ið rakar serliga kvinnur, har kroppurin er í kroniskari pínustøðu. Tey bóðu 75 kvinnur um at meta um hvussu nógva pínu tær høvdu, og góvu teimum síðani boð um at annaðhvørt ganga ella svimja tríggjar ferðir 50 minuttir um vikuna í 12 vikur. Pínan fall frá 6.2 til 3.6 hjá teimum sum gingu, og frá 6.4 til 3.1 hjá teimum sum svumu, har 10 er ringasta hugsandi pína. Lesið her á Aquatics International.
Krista 5:18.50 í 400 frí á Paralympisku Leikum 2016
Krista Mørkøre royndi seg fyri løtu síðani í 400 metra frísvimjing á Paralympisku Leikum í Rio de Janeiro, og svam har teinin uppá 5:18.50. Tað er ikki so langt frá hennara bestu tíð á 5:17.07, frá tá ið hon vann gull á British Para Swimming Championships í 2015.
Krista svimur 400 frí á Paralympisku Leikum í dag
Krista Mørkøre skal í dag royna seg fyri triðju og síðstu ferð á Paralympisku Leikum í Rio, tá ið tey nú seinnapartin avgreiða innleiðandi riðlarnar í 400 metra frísvimjing. ÍSB skrivar her, at ‘hóast úrslitini higartil ikki hava verið sum hon vónaði, er lagið gott, og er nógvur lærdómur at taka heimvið frá hennara fyrstu paralympisku leikum.’
Krista svimur kl 14:18, føroyska tíð, og kann tað síggjast her:
Teldusníkar leka enn meira WADA dáta, umfatandi eisini Pernille Blume
WADA váttar at russiskir teldusníkar nú hava likið enn meira tilfar úr dátugrunnunum hjá WADA, nú umfatandi 25 íðkarar úr USA, Týskalandi, Stórabretlandi, Kekkia, Pólandi, Rumenia, Russlandi og Danmark. Ein teirra er danski svimjarin og OL-gullvinnarin Pernille Blume, sum nú vísir seg at taka astmaheilivág.
Continue reading Teldusníkar leka enn meira WADA dáta, umfatandi eisini Pernille Blume
Russiskir teldusníkar leka WADA dáta, ákæra amerikanskar íðkarar fyri doping
Russiskir teldusníkar hava brotið inn í telduskipanina hjá altjóða antidopingfelagsskapinum WADA, og leka nú dáta haðani við ákæru um at amerikanskir íðkarar dopa seg. Millum íðkararnar eru tennisspælararnir Serena og Venus Williams, og fimleikarin og fleirfaldi OL-gull-vinnarin Simone Biles. WADA váttar her at teldusníkar hava fingið fatur á dáta latin í trúnaða, umfatandi eisini sokallaðu TUE undantaksloyvi, og at teldusníkarnir hótta við at leka enn meira.
Continue reading Russiskir teldusníkar leka WADA dáta, ákæra amerikanskar íðkarar fyri doping